Nýggjur kappingarleistur: Leggja upp til nýggja steypakapping

Tað verður lagt upp til, at gera ein nýggja lítla steypakapping

Mynd: Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur í dag lagt fram fyri miðlunum eitt uppskot til nýggjan kappingarleist. Eitt av uppskotunum er, at tað verður gjørd ein nýggj steypakapping, sum er fyri tey feløgini, ið ikki koma í meistaraspælið.

 

Løgmanssteypið kemur at halda fram sum hon er í dag, men við tí broyting at allir dystirnir – uttan finalan – verða avgreiddir í fyrru hálvu. Hetta so at tað eru pláss fyri fleiri dystum í eitt nú Evropa í seinna hálvu. Finalan verður spæld eftir landskappingarenda.

 

Meðan feløgini í meistaraspælinum spæla samanlagt 28 dystir, so spæla liðini í niðurflytingarspælinum bara 24 dystir. Tað er millum annað við hesum í huga, at tað verður lagt upp til at gera eina lítla steypakapping fyri tey “lítlu” feløgini.

 

Lítla steypakappingin skal eisini skiljast sum ein gularót hjá teimum feløgunum, at sleppa at kappast um gull. Dystirnir skulu spælast í seinnu hálvu, tá liðini uttanfyri meistaraspælið hava færri dystir. Lagt varð upp til at finalan verður spæld á Tórsvølli, dagin fyri finaluna um Løgmanssteypið.

 

Tað var formaðurin, Róin Schrøter, sum saman við Jákupi Mørk, Arnari Lognberg og Sunnivu Kollslíð, umboðaðu kappingarnevndina.

 

Mynd: Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini