Nýggjur maður á Toftum

B68 hevur fingið tilgongd úr Danmark til komandi tvey kappingarárini

B68 hevur kunngjørt, at Sebastian Lau Nielsen veður partur av B68 tey komandi tvey árini. Hann hevur verið og royndarvant fyrr í ár og nú er avgerð tikin um, at Sebastian Lau Nielsen fær ein tvey ára sáttmála.

 

Av Toftum verður sagt, at 25 ára gamli danskarin er ein stinnur framrættaður spælari, ið skal geva B68 enn meira í álopspartinum. Hann hevur í seinastuni spælt við Holstebro BK.

 

B68 bleiv í fjør nummar 8 í landskappingini og skal annað árið á rað spæla í Betri deildini.