Bretskir miðlar skriva í dag, at Tottenham hevur keypt málverjan Michael Vorm frá Premier League felagnum Swansea.
Michael Vorm, ið er 30 ára gamal, hevur síðani 2011 spælt við walisiska liðnum, Swansea.
Tað eru nógv, ið hava sett spurnartekin við skifti hjá Michael Vorm, tí Tottenham hevur frammanundan ein fyrsta málverja í franska landsliðsmálverjanum, Hugo Lloris. Men Michael Vorm sigur at tað ikki verður nakar trupulleiki.
- - Øll feløg hava tveir góðar málverjar í hópinum. Tað passar væl til Tottenham at felagið hevur tveir góðar málverjar, tí felagið er við í fleiri kappingum.
Kostnaðurin fyri nýggja málverjan hjá Tottenham tykist liggja um góðar 47 milliónir krónur.