Nýggjur Opel Astra 

Ein nýggjur Opel Astra varð sýndur fram á IAA bilaframsýningini í Frankfurt í september. 

 

Nýggi Astra fæst við bensin-og dieselmotori, allir við turbo, og bilurin fæst eisini við nógvari trygdarútgerð. Hesin er lættari enn forgangain og brennur minni.

Nýggi Astra er í allar mátar ein heilt nýggjur bilur, sum er upp til 200 kg lættari enn forgangarin. 

 

Bert framkomnar og nýggjar motorútgávur verða brúktar, ávikavist bensin og diesel.

 

Nýggju motorarnir og tað, at bilurin er lættari, gevur munandi minni brennievnisnýtslu.   

 

Hóast nýggi Astra er fimm sentimetrar styttri enn forgangarin, er hann rúmligari við eitt nú betri plássi til bæði høvd og knø á baksetrinum. 

 

Designið er eisini flott við sera lágari luftmótstøðu. Astra verður tann fyrsti bilurin í bólkinum við møguleika fyri intelligentum Led-forlyktum.

 

Nýggi Astra fæst við bensinmotorum við ávikavist 110 HK og við 130 HK diesel - allir við turbo.

 

##med2##

 

Astra fæst við nógvari trygdarútgerð sum eitt nú skelti-avlesara, vegbanahjálp, ávaringarfunku við vanda fyri samanstoyti, ferðstýrara, og parkeringshjálp, har bilurin automatiskt parkerar, uttan at bilføraranum nýtist at venda róðrinum.

 

Bilurin hevur eisini blindvinkulávaring, har bilførarin verður ávaraður um bilar og súkklur í blinda vinklinum innan fyri ein radius á tríggjar metrar. 

Opel Astra verður gjørdur bæði sum hatchback og í stationcar-útgávuni, Astra Sports Tourer.  

 

##med3##

 

Nýggi Astra fæst við bensin-og dieselmotori, allir við turbo, og bilurin fæst eisini við nógvari trygdarútgerð. Hesin er lættari enn forgangain og brennur minni.

Designið er flott við sera lágari luftmótstøðu.