Maud Wang Hansen er úr Havn, men býr í Nólsoy, haðani hon hevur ættarbond.
Maud Wang Hansen er útbúgvin námsfrøðingur, hevur millum annað starvast sum leiðari á verkstaðnum Vón á Argjum. Hon hevur eisini verið forkvinna í Pedagogfelagnum í fimm ár.
Mat & Moldmentanarháskúlin á Sandi, tann grøni háskúlin, byrjaði fyri tveimum árum síðani. Fyrsti stjórin var Tjóðhild Patusson. Síðani hon fór úr starvi hevur Hildur Eyðunsdóttir hevur røkt starvið fyribils. Mánadagin tekur Maud Wang Hansen við stjórastarvinum.
Skúlin skrivar soleiðis um seg sjálvan á Facebook:
– Hjartað í Mat & Moldmentanarháskúlanum slær fyri sjálvbjargni og burðardyggleika - alt vit gera, hevur til endamáls at kanna og menna okkara evni at liva eitt frælst, vakurt, stuttligt, sterkt, livandi, andaligt, ríkt og sjálvstøðugt lív.