Føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu

Í næstbestu deildini vann EH Aalborg, meðan HIK tapti stórt

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen kappast móti Cecilie Greve um at verja málið hjá Nykøbing Falster í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í dag bjargaði Annika trimum av 11 málroyndum, og Cecilie Greve bjargaði 10 av 29 málroyndum, tá Nykøbing Falster tapti greitt 24-29 fyri Ikast á útivølli. 

 

Í steðginum var Ikast á odda 18-13.

 

Talan er um fyrsta tapið hjá Nykøbing Falster, ið er nummar fýra í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. 

 

Súna K. Hansen og Lív S. Poulsen vóru ikki millum málskjúttarnar, tá Ajax var fyri 24-30 tapi á útivølli móti Ringkøbing. Ringkøbing var á odda 14-10 í steðginum.

 

Ajax er nummar 10 í av teimum 14 liðunum í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir. 

 

Í næstbestu deildini er Margit W. Fríðmundsdóttir málverji hjá EH Aalborg, ið vann 29-22 á AGF á útivølli. EH Aalborg var á odda 14-11 á steðginum.

 

Magna Tórðardóttir skoraði tvey mál fyri HIK, ið tapti stórt 24-35 fyri Hadsten á útivølli. Í steðginum var Hadsten á odda 18-10. Marianna G. Eystberg var ikki millum málskjúttarnar hjá HIK í dag. 

 

EH Aalborg hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. HIK hevur tvey stig fyri tríggjar dystir.