Nykøbing Falster var fyri stórtapi í Horsens

Eitt vánaligt avrik í seinna hálvleiki feldi Anniku Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara i útidystinum í Horsens

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara í Nykøbing Falster vóru fyri stórtapi í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Nykøbing Falster tapti á útivølli 25-33 fyri Horsens.

 

Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Støðan var javnleikur 13-13 í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá Nykøbing Falster.

 

Annika bjargaði tveimum av 11 málroyndum hjá Horsens, tá hon var á vøllinum. Kappingarneytin hjá Anniku, Cecilie Greve bjargaði sjey av 30 málroyndum hjá Horsens. 

 

Nykøbing Falster er nummar fýra í deildini við 12 stigum. Tvey stig eru upp til fremstu liðini, Esbjerg og Ikast, ið hava 14 stig hvør.

 

Komandi týskvøld hevur Nykøbing Falster heimadyst móti Odense.