Nyrup: Ber ikki til at siga, hvat er endurgjald

TÍÐINDAFUNDUR Á HOTEL HAFNIA: Fleiri av tíðindafólkunum á tíðindafundinum vildu hava forsætisráðharran at greiða frá, hvussu stórur partur av teirri 1,5 milliardini, føroyingar fingu í juni, var endurgjald fyri bankabjargingarnar.

? Tað ber ikki til at siga, hvat er endurgjald og ikki, segði forsætisráðharrin.


Bankamálið er nú loyst frá okkara síðu, og tann avtalan, sum gjørd var í juni, má metast sum ein heild - tað ber tí ikki til at greina sundur.


Forsætisráðharrin var spurdur, hvussu tað nú var at hitta løgmann, sum ikki vildi hitta hann, tá hann var her í januar mánaði. Er alt nú gloymt?


? Ja! Tað er alt gloymt frá mínari síðu, svaraði Poul Nyrup Rasmussen stutt og greitt.


Løgmaður vísti á, at støðan tá var ein heilt onnur, og at hetta var beint áðrenn bankafrágreiðingin varð almannakunngjørd.

? Vit høvdu tá verið ígjøgnum so nógv. Avtalan frá 10. juni loysir bankamálið - og harvið eisini ósemjuna okkara millum, segði løgmaður.