Poul Nyrup Rasmussen gjørdist danskur forsætisráðharri um somu tíð, sum Marita Petersen gjørdist fyrsti kvinnuligi løgmaður Føroya.
Tey bæði vórðu eisini beinan vegin tveitt út í harðar samráðingar í sambandi við sváru kreppuna í Føroyum.
Hetta ger, at danski forsætisráðharrin minnist Maritu Petersen serliga væl. Í tíðindaskrivi við minningarorðum um Maritu Petersen skrivar Poul Nyrup Rasmussen, at hann við stórum harmi hevur hoyrt, at Marita Petersen er deyð.
Hevði dirvi
? Marita Petersen gjørdist í januar 1993 tann fyrsti kvinnuligi løgmaðurin í Føroyum og stutt eftir formaður fyri føroyska Javnaðarflokkin. Vit tóku við okkara størvum umleið samstundis í ávikavist stjórn og landsstýri, og fingu tí frá byrjan eitt djúptøkið samstarv.
? Marita Petersen tók yvir løgmanssessin í eini tíð, har tað føroyska samfelagið var í einari djúpari kreppu. Tað máttu takast nógvar og harðar avgerðir í mánaðunum, sum komu, og Marita Petersen bleiv, sum leiðari av landsstýrinum, tann, sum mátti bera avgerðirnar ígjøgnum.
? Tær tungu avgerðirnar blivu tiknar við stórum dirvi og ábyrgdarkenslu, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
Hevur stóra virðing
Danski forsætisráðharrin sigur, at hann og restin av limunum í stjórnini høvdu stóra virðing fyri Maritu Petersen, sum við dugnaligheit og við greiðum yvirliti megnaði at finna og gjøgnumføra neyðugu loysnirnar, sum eyðkenna ein dugnaligan politiskan leiðara.
? Eg fari altíð at minnast Maritu Petersen fyri hennara menniskjaskap, hennara stóru evni til at liva seg inn í tingini og hennara heita og bankandi hjarta fyri føroyska fólkinum ? serliga fyri menniskjum við teimum harðastu arbeiðsviðurskiftunum og liviumstøðunum.
? Eg lati mína djúpastu virðing og tankar til familjuna hjá Maritu Petersen, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
? Ærað verið minnið um Maritu Petersen, endar tíðindaskrivið frá danska forsætisráðharranum.
Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá danska forsætisráðharranum, um møguleiki er fyri, at hann kemur til Føroya til jarðarferðina. Men hetta er ikki greitt enn.
? Um forsætisráðharrin ella onkur annar av stórnini kemur til Føroya til jarðarferð, skulu tit nokk fáa boð um tað áðrenn, eru boðini frá skrivaranum hjá danska forsætisráðharranum.