Nyrup Rasmussen vitjar í fýra dagar

Forsætisráðharrin fer at vitja víða um í Føroyum, halda røðu á Landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum og hava fleiri fundir við Landsstýrið

Hóast tað ljóðaði í summar, at forsætisráðharrin kom á arbeiðsferð í Føroyum, og at tað mest var fyri at vitja Javnaðarflokkin, so er líkt til, at ætlanirnar eru eitt sindur broyttar, nú hann vitjar í døgunum 10. - 14. september.

Umframt at fundast við Landsstýrið og Løgtingið, verða eisini stundur at fara á stovnsvitjan, halda røðu á Landsfundinumhjá Javnaðarflokkinum, um framt at ferðast kring landið.

Nyrup Rasmussen kemur í Vágar hósdagin, og fer beinleiðis til Havnar.

Hóskvøldið Kl. 19.15 verður fundur við Anfinn Kallsberg løgmann, og kl. 20.45 er tíðindafundur á Hafnia.

Fríggjadagin fyrrapart skal forsætisráðahrrin hitta Landsstýrið og Løgtingið, og seinnapartin verður vitjað á Fiskasøluni og á Náttúrugripasavninum.

Seinnapartin kl. 17 er aftur tíðindafundur á Hafnia, og um kvøldið bjóðar Landsstýrið forsætisráðharranum til døgurða.

Leygardagin kl. 11, fer Nyrup Rasmussen at halda røðu á Landsfundinumhjá Javnaðarflokkinum, og hann verður eisini við, tá borðreitt verður við mongunmati aftaná, og á veitsluni, sum verður leygar- kvøld.

Seinnapartin leygardagin fara Anfinn Kallsberg og forsætisráðharrin útferð í Norðoyggjum.

Sunnumorgunin fara Nyrup Rasmussen og Jóannes Eidesgaard til Suðuroyar at vitja.

Forsætisráðharrin hevur áður sagt við formannin í Javnaðarflokkinum, at hann vil sleppa at uppliva oynna, náttúruna og fólkið, ið har býr, sum er staðið, har flokkurin er sterkastur, og eisini hevur sín uppruna.

Farið verður aftur til Havnar sunnukvøldið, og mánamorgunin verður enn ein fundur við løgamnn, áðrenn Nyrup Rasmussen mánadagin fer aftur til Danmarkar.