Tað eru stórir møguleikar fyri at skipa føroyskt sjálvstýri á ein nýggjan og ørðvísi hátt innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hetta ger danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, greitt í einum svari uppá fyrispurning frá fólkatingsliminum, Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard setti herfyri danska forsætisráðharranum ein sokallaðan grein 20 spurning, har hann spyr forsætisráðharran, um uppskot Javnaðarfloksins til eina sjálvstýrislóg kann vera grundarlag fyri stjórnarrættarliga sambandinum millum Føroyar og Danmark.
Kunngerast í ST
Danski forsætisráðharrin vísir á, at tað ber til at fremja eina nýskipan í stjórnarrættarligu viðurskiftunum, soleiðis at Føroyum verður latið alt vald á lóggevandi og umsitingarliga økinum, burtursæð frá nøkrum økjum, har grundlógin ikki loyvir tí.
Harafturat staðfestir danski forsætisráðharrin eisini, at tað ber til at tryggja, at nýggi sáttmálin ikki kann takast aftur. Hetta skal gerast við at boða øllum limalondunum í ST frá, at núverandi føroyska heimastýri er broytt til eitt nýtt føroyskt sjálvstýri.
Men danski forsætisráðharrin vísir samstundis á, at samanhangur skal vera millum politiska og fíggjarliga ábyrgd. Taka vit yvir politisku ábyrgdina av málsøkjum, skulu vit eisini taka yvir fíggjarligu ábyrgdina.
Gera sjálvi av
Poul Nyrup Rasmussen heldur, at føroyingar hava nógvir møguleikar fyri víðkaðum sjálvræði í einari sjálvstýrislóg. Hann vísir millum annað á, at vit kunnu fáa fult vald á revsirættarliga økinum, familju- og arvarættarliga økinum, og harafturat heldur hann, at Føroyingar kunnu menna sítt vald á uttanríkispolitiska økinum.
Men samstundis ger danski forsætisráðharrin greitt, at tað sjálvsagt er føroyska fólkið, ið ger av, um vit ynskja at verða verandi í ríkisfelagsskapinum ella ei.