Nyrup, vælkomin til Føroya

DANSKI forsætisráðharrin kemur nú aftur til Føroya. Tað var tann tíð, tá føroyingar illneitaðust inn á, at forsætisráðharrin var so varin við at vitja henda vegin, og gav at bíta, tá hann gjørdi av ikki at koma til Føroya mitt í 90-unum, eftir fyrst at hava tikiðav innbjóðing.

Nú hevur forsætisráðharrin, sambart Útvarp Føroya, gjørt av at koma til Føroya í september mánað. Tvær orsøkir eru til hesa vitjan. Onnur er at tosa við landsstýrið um eitt nú sjálvstýrisspurningin, sum landsstýrið legði so stóran dent á undir samráðingunum í Danmark. Hin er at vera hjástæddur, tá javnaðarflokkurin fer at halda landsstevnu í Havn um sama mundið. Nú tað tykjast blæsa nýggir og lýggjari vindar millum londini eftir avtaluna, má metast, at føroyingar fara at taka væl ímóti Nyrup. Sanniliga má sigast, at tað er vent í holuni, tí ikki hevur sami Nyrup altíð verið so poppulerur her um leiðir. Tað eru bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið, har antinyrupstemningurin gjørdi seg galandi av álvara, dømi um.


MEN farið er farið. Nú er at hyggja frameftir. Føroyingar eiga saman við dønum at tryggja, at tað verða lagdir tryggir og varandi lunnar undir hetta samfelag. Stig á sjálvstýrisleið eiga ikki at seta kílar millum londini. Eingin ivi er um, at tað ber til at fáa skilagóðar samstarvsavtalur í lag, og sum dømi kann nevnast menningina av eini komandi oljuvinnu. Tætt knýtt at slíkari vinnu eru eisini útbúgving, gransking, ráðgeving og fakkunnleiki. Vit hava sæð, at norðmenn hava víst stóran áhuga fyri at knýta samstarvsbond við føroyingar, nú ein oljuvinna er í eygsjón, og tað kundi uttan iva verið eitt gott hugskot, um vit fingu eitt økt samstarv við danir á hesum økjum eisini. Eitt av feløgunum hjá AP Møller hevur longu víst áhuga fyri at vera við til at byggja út eina útgerðarhavn í Suðuroynni og hví skuldu ikki verið aðrir samstarvsmøguleikar eisini! Hetta hevur so einki við at gera at geva ávísum fyrimunir og framíhjárættindi.


NYRUP kemur at tosa við føroyingar um eina komandi sjálvstýrisgongd, men hann hevur gjørt púra greitt, at tað eru føroyingar sjálvir, sum mugu spæla kortini út. Hetta er skilagóð støða, men vit vóna at síggja konstruktivar danskar stjórnarleiðarar, tá hesi mál vera viðgjørd. Nú spurningurin um undirgrund, olju ol. hevur verið so nógv frammi, hevði tað eftir okkara tykki verið eitt gott hugskot, um Nyrup hevði við sær til Føroya Svend Auken, orku og oljumálaráðharra. Eingin ivi er um, at okkurt skilagott kann spyrjast burtur úr. Vit føroyingar eiga at vera opnir fyri samvinnu við ikki bert eitt av okkara grannalondum, men við fleiri. Og sum partur av ríkinum vil eitt framtíðar samstarv á oljuøkinum verða so upplagt. Um somu tíð eiga vit at víðka um samvinnuna við bæði norðmenn og bretar, tí hetta eru okkara næstu grannar og lond, sum við sínum frálandavinnum heilt náttúrligt eiga at hava okkara áhuga.


HVAT viðvíkur sjálvstýrismálunum, so verður áhugavert at síggja, hvat Høgni Hoydal & Co. fara at leggja fyri tingið á ólavsøku. Nú Nyrup hevur sagt seg hugaðan at koma til Føroya longu í september, er greitt, at august mánaður kann gerast ein sera spennandi og áhugaverdur mánaður. Landsstýrið fær út at gera, tað sama ger tingið og ikki minst fjølmiðlarnir, sum eftir øllum at døma hava ein so týðandi leiklut í øllum hesum orðaskiftinum.


ÁHUGAVERT verður eisini at síggja Nyrup vera gest á eini landsstevnu hjá javnaðarflokkinum. Tað hevði verið heilt óhugsandi fyri bert einum ári síðani. Hetta skuldi so verið gott høvi til at bøtt um tey vánaligu viðurskifti, sum annars hava verið millum flokkarnar nú í mong ár. Giviðer at føroyski javnaðarflokkurin eigur sín týðandi leiklut í tí avtalu, sum júst er gjørd. Eingin ivi er um, at stjórnin hevur tikið áheitaninar hjá Jóannesi Eidesgaard í fullum álvara. Samanumtikið halda vit tað vera skilagott, at danski forsætisráðharrin nú leggur leiðina henda vegin. Hann skal vera hjartaliga vælkomin.


Sosialurin