Nógv rumbul hevur staðist av ætlanini hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, at leingja trygdarskeiðið hjá sjófólki úr trimum døgum upp í tríggjar vikur. Atfinningarnar hava verið harðar, serliga frá fiskivinnuni, og nú kemur ein sjómaður við einum øðrum uppskoti.
- Ger Ternuna til eitt siglandi trygdarskeið, sigur Sniálvur Røvilsberg, sum stillar upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum.
Hann heldur, at vit áttu at gjørt sum gjørt verður í Íslandi, har teir nýta eitt siglandi trygdarskeið, sum siglir framvið strondini og hevur trygdarskeið við ungu dreingjunum.
- Tað behøvdist ikki kosta so øgiliga nógv. Teir snakka um, at Ternan er næstan óbrúkilig. Vit kundu brúkt Ternuna til dømis at siglt runt í Føroyum og havt trygdarskeið við hesum ungu dreingjunum, sigur Sniálvur Røvilsberg.
Eitt annað uppskot er at hava trygdarskeið umborð á skipunum, sum menn eru við. Skiparin kundi verið trygdarskeiðsleiðari, sigur Sniálvur Røvilsberg og vísir á, at skiparin man vita best, hvat verður nýtt umborð á sínum skipi.