Nýtslan av skaðiligum evni skal minkast

Í 2036 skal nýtslan vera minst 85 prosent minni enn hon er nú

Eitt høvuðsmál hjá samgonguni er at minka útlátið og seta bindandi veðurlagsmál. Í hesum sambandi fer landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, nú at seta eina kunngerð í gildi um at avmarka nýtsluna av tí, sum eitur f-gassum. Kunngerðin er send avvarðandi pørtum til viðmerkingar og tá ið viðmerkingarnar eru útvegaðar, verður málið viðgjørt og so verður kunngerðin sett í verk

 

F-gass eru nøkur sløg av sterkum vakstrarhúsgassi. Tað merkir, at tey eru ógvuliga skaðilig fyri umhvørvið. Eitt tað ringasta F-gassið, SF6, ger útvið 23.000 ferðir so  stóran skaða sum koltvíilta, CO2. F-gass verða serliga brúkt í køliskipanum umborð á ávísum skipum. Hesi vakstrarhúsgass eru ein stórur partur av føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassi. Nú verður so krav sett um at skifta f-gass við onnur kølievni, sum ikki eru eins skaðilig fyri veðurlagsskipanina.

 

– Ein av høvuðsmálunum hjá nýstovnaða umhvørvismálaráðnum er at vit skulu gera okkara fyri at avmarka broytingunum í veðurlagnum og tað skulu vit gera við at seta í tiltøk í verk sum minka okkara útlát og sum verja náttúru og vistskipanir, sigur Ingilín Didriksen Strøm, í eini viðmerking til málið.

 

Føroyar hava bundið seg til at minka nýtsluna av f-gassi 85 prosent fram til 2036. Eftir nýggju reglunum fer framvegis at verða loyvt at innflyta hesi sløgini av gassi, men nú verður kvota sett á, har kvoturnar fara at minka so líðandi hesi næstu 14 árini, so at í 2036 skal innflutningurin verða minst 85 prosent minni enn hann er nú.

 

Samstundis verður avgjald eisini lagt á nýtsluna av hesum vakstrarhúsgassum, sigur landsstýriskvinnan.