Nýtt ættarlið av bjargingarmonnum

Leygarmorgunin hevði eitt nýtt ættarlið av ungum bjargingarmonnum í Havn eina bjargingarroynd

úti á Glyvursnesi. Umboð fyri so at siga øll bjargingarfeløg í landinum vóru til staðar

Leygardagin samlaðust umboð fyri tey ymsu bjargingarfeløgini í landinum til árliga landsfundin. Tá ið menn hittust á Hotel Hafnia um tíggjutíðina, gjørdist einum greitt, at her var ikki talan um ungar menn. Tó so, har vóru nakrir ungir menn ímillum. Siður er, at tá ið landsfundur er, so skipar tað lokala bjargingarfelagið fyri einari roynd, og so var eisini leygardagin. Tó var hendan royndin eitt sindur øðrvísi í mun til undanfarin ár. Her var nevnliga talan um 8 ungar menn, úr 20 og upp í 30 ár, sum ikki høvdu luttikið í bjargingararbeiði áður.

Haraftrat skuldi her eisini roynast ymisk útgerð, ið ikki er vanlig í Føroyum


Servenjast til illa atkomandi støð

Tað, sum hesir ungu menninir serliga skulu venjast til, er, at teir skulu verða førir fyri t.d. at fara niður á eina hellu, um onkur skaddur persónur liggur har, og so eisini fáa eina børu niður til sjúklingin og fáa børuna upp aftur í øllum góðum. Síðani skal børan flytast sum skjótast til nærmasta stað, har ein tyrla, sjúkrabilur ella líknandi kann koma eftir henni. Hetta ljóðar kanska ikki av tí stóra, men so er ikki. Fyri at verða við í hesum arbeiðinum krevst dirvi, fimi, styrki og ikki minst okkurt millum oyrini!


Bjargingarroyndin

Tá ið øll vóru møtt úti á Glyvursnesi, fóru teir ungu menninir til verka. Ein dukka, ið skuldi verða ímynda sjúklingin, varð løgd beint undir einum bergi, sum mundi verða eina 10 – 12 metrar til hæddar. Á eggini í erva settu teir so upp ein gálga, sum Skipasmiðjan hevur gjørt til teirra, í gálgan bleiv so ein maður fastspentur, og hann »rapellaði« niður til sjúklingin og gav lívbjargandi fyrstuhjálp. Stutt eftir kom so næsti maðurin við børuni, og hesir báðir í felag fingu so lagt sjúklingin á børuna, og so bleiv annar maðurin og børan loraði upp aftur í øllum góðum.

Í hesi bjargingarroyndini høvdu teir valt, at staðið, sum sjúklingurin varð drigin upp á, skuldi eitast at verða ein kneysi. Tískil noyddust teir at fáa bæði sjúlingin og seg sjálvan yvir á land aftur. Tískil bleiv ein lína spent fast millum kneysin og land, har nakrir av ungu monnunum stóðu og tóku ímóti. Síðan bleiv fyrst børan, og so hinir menninir drignir togaðir yvir um eftir línuni. Stutt eftir var tyrlan hjá sjóverjuni á staðnum og tók børuna.

Frá tí, at farið var undir bjargingina, og til at børan var í tyrluni gingu ikki meira enn 20 minuttir. Tað skal tó viðmerkjast, at tá stóð gálgin uppi frammanundan. Tað hevði annars tikið einar 10?15 minuttir at sett hann upp.


Vælnøgdir fyriskiparar

Suni Vinther, sum hevði tikið stig til bjargingarroyndina, sigur við Sosialin, at teir vóru sera væl nøgdir við

royndina, og at hetta bert var byrjanin. Ætlanin er, at tað kring oyggjarnar skulu skipast lið við bjargarum, sum skulu duga bæði fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp. Nógv fólk, sum hava hesar fortreytir, eru longu knýtt at ymiskum bjargingarfeløgum, og fleiri av teimum hava fingið hesi skeiðini frá bjargingarfeløgum ella Reyða Krossi.

Hann legði aftrat, at bjargingarroyndin leygarmorgunin prógvaði, at tað finnast fólk í Føroyum, sum hava nógvar ymsar førleikar, sum koma væl við í bjargingararbeiði, og at tað ræður bert um at finna hesi fólkini. Í hesum førinum var tað so Toni Dam. Toni er durðavørður í Club 20, og teir hava eitt sera gott samstarv við løgregluna, og tað var hagani, at Suni kendi Toni.

Suni sigur eisini, at tað vóru nógvar orsøkir til, at teir hava fingið rapelling við í bjargingararbeiði nú.

Rapelling er rættiliga ókent í Føroyum, men hann er av teirri fatan, at hesin hátturin av bjargingararbeiði kann

verða við til at skapa áhuga millum ungdóm, tí at hetta er nakað nýtt og spennandi, sum tey ikki hava roynt

fyrr. Ungdómurin er framtíðin, sigur hann, og tað er altavgerandi, at vit fáa nýtt og ungt fólk at taka lut í bjargingararbeiði.

Eitt annað er so tað, at tann útgerð, ið nýtt verður til slíkt bjargingararbeiði, er rættiliga bílig. Tað eru nógvir endar og krókar, men tað kostar ikki tað stóra.


Stór vælvild

Tann, sum hevði vant allar teir ungu menninar til royndina, var Toni Dam. Hann hevur drúgvar royndir frá danska herinum, har hann hevur roynt nógv ymiskt, m.a. rapelling, sum tað eitur á fakmáli, tá ið ein fer niður við línu o.s.fr.. Haraftrat hevur Toni eisini, saman við øðrum, klintrað upp á Mont Blanc. Hann sigur við Sosialin, at hann fyri stuttari tíð síðan, fekk eina áheitan frá Suna Vinther, um hann kundi samlað nakrar ungar mans saman, sum hann hevði álit á, og sum hann var sannførdur um egnaðu seg til bjargingararbeiði. Hetta gjørdi Toni so, og teir hava vant nakrar ferðir. Millum annað hava teir rapellað niður av Havnar Klubba!

Haraftrat hava teir gjørt nakað við at duga at orientera seg í haga.

Toni sigur eisini, at teir hava møtt sera stórari vælvild, tá ið teir hava heitt á fólk um hjálp av ymsum slag. Her nevnir hann til dømis, at Skipasmiðjan hevði gjørt teimum gálgan, og at sjóverjan var beinan vegin fús til at hjálp til við eitt nú tyrluni. Frá øllum partum hevur hann fingið at vita, at um teir hava tørv á onkrum, so er bara at siga frá.


Havnar Bjargingar-

felag styrkt

Um vit skulu meta út frá bjargingarroyndini í grótbrotinum á Glyvursnesi leygarmorgunin, so er tað eingin ivi um, at Havnar Bjargingarfelag er styrkt munandi. Teir hava fingið fleiri ungar mans upp í felagið, og haraftrat hava teir so fingið menn, sum duga nakrar kynstir, sum koma væl við í bjargingararbeiði.

Suni Vinther nevndi í hesum sambandi sum dømi, at tá ið Stathav fór, var tað ofta so, at tað var trupult hjá monnunum at koma av bakkanum og niður á helluna ella í fjørðina, og at tað í tí førinum hevði verið ein stór hjálp at havt ungt og kvikt fólk við lættari og nýmótans útgerð.

Nú kunnu fólk so kenna seg tryggari, tí at bjargingararbeiði í Føroyum er styrkt, men vit vóna sjálvsagt, at tað ikki verður tørvur á teimum ungu monnunum í sambandi við bjargingararbeiði!