Nýtt CorelDRAW

8?arin er ein skilagóð uppgradering av gamla tekniamboðinum

Nú kann tað av álvara loysa seg at uppgradera sína gomlu CorelDRAW útgávu. Við 8?aranum er tað vorðið lættari enn nakrantíð at brúka forritið.

Brúkaraflatan hevur fingið fløtu Windows 98 útsjóndina, har ikonini eru heilt integrerað í forritinum.

Forritið hevur eitt ótal av møguleikum, men tað er nú gjørligt at gera ymiskar uppsetingar av brúkaraflatuni alt eftir, hvør uppgáva skal loysast. Til ber at gera egnar uppsetingar av nærum øllum funktiónum.

Størsta ítøkiliga broytingin er, at nú ber til at arbeiða nógv meiri út frá hugaheiminum við tekningunum. Ein skal ikki longur fara umvegis í ymiskar kontrollboksir, men kann nú brúka músina beinleiðis á ymisk punktir á tekningini, og samstundis síggja broytingarnar beinanvegin. Hetta ger tað til ein nógv meiri kreativan stuttleika at arbeiða við forritinum, og tað er jú væl eisini ætlanin við tí heila.

CorelDRAW 8 hevur eina røð av fasilitetum til nýtslu á Internetinum, sum ger tað til eitt gott forrit at gera einfaldar Internetsíður við. Tað kann gera fult HTML layout. Til ber alla tíðina at síggja, hvat ein ger. Við hjálp av framkomnari nýtslu av HTML skráum fæst nakað, ið líkist vanligum DTP funktiónum, tá ein arbeiðir á Internetinum.

Forritið fyllir 80 MB á diskinum.