– Prosjekteringin er longu byrjað, og ætlandi skal arbeiðið bjóðast út tíðliga í 2027.
Tað skrivar Sjósavnið í morgun, sum fegnast um avgerðina hjá landsstýrinum:
– Sum ein sjóvinnutjóð mitt í Norðuratlantshavi er eitt sjósavn mest upplagda savnið í Føroyum. 99,5% av Føroyum er hav og mestsum allur okkara útflutningur er fiskur. Hóast hetta eru vit ikki von at kunna eygleiða lívið í sjónum beinleiðis, og kanningar vísa, at børn okkara í alstóran mun missa sambandið við havið.
Nýggja sjósavnið fer at liggja á sama stað sum núverandi sjósavn, við vakra Sandagerði og innsiglingina til Havnina. Bygningurin, ið Arkitektar99 og LOFTI Arkitektar hava teknað, fellur væl inn í landslagið og ger einki nýtt inntriv í lendi ella náttúru.
– Ikoniski bygningurin verður eitt eyðkenni fyri høvuðsstaðin og Føroyar. Savnið verður sera orkuvinarligt og nýskapandi í mun til akvariutøkni. Harumframt fáa mongu frítíðarfelagsskapirnir í økinum atgongd til høli og hentleikar.
Sjósavnið fer at hýsa nógvum av tí, sum livir í sjónum kring okkum og fer tí at geva vitjandi eitt heilt serstakt innlit í lívfrøðina í norðuratlantiska/arktiska havumhvørvinum. Eisini skal sjósavnið, ið ber altjóða heitið “Artic Aquarium – Center for Sustainable Marine Environment” verða ein miðdepil fyri vitan um hetta umhvørvi og skipa fyri framsýningum, ráðstevnum, tiltøkum og kunning til almenningin.
– Vit takka landsstýrinum fyri avgerandi stuðulin, umframt hinum stuðulsveitarunum og øðrum, ið hava hjálpt til at gera hetta til veruleika, sigur nevndarformaðurin Dánial Hoydal.
Hesi hava latið fíggjarligan stuðul: Tórshavnar Kommuna, Føroya Løgting, Betri Stuðul, A.P. Møller Mærsk, Fólkatingið, Augustinus Fonden, Louis Hansen Fonden, umframt 6 føroyskar sjóvinnufyritøkur.
Fakta um nýggja sjósavnið:
- Savnað vídd: 2300 m2
- 29 akvarium og 19 rúm
- Biomassi: uml. 4 tons
- 840 tons av sjógvi tilsamans
- Stórt 700 tons kar til stóran fisk sum kalva, skøtu o.t
Føroya Sjósavn