Lík er nú til, at Pete Hegseth, sum er amerikanskur verjumálaráðharri, er við at missa tolið við Russlandi um krígsførsluna í Ukraina.
- USA og tess sameindu fara at taka neyðug stig, sum "fara at gera tað dýrt fyri Russland", um landið ikki gevst við sínari krígsførslu.
Verjumálaráðharrin sigur, at verður neyðugt at taka hetta stigið, verður amerikanska verjumálaráðið til reiðar at gera sín part, soleiðis sum bert USA kann gera.
Hetta segði Pete Hegseth á einum fundi á Nato-høvuðsstøðini í Belgia í dag.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður hótt við at seta í verk búskaparlig revsitiltøk móti Russlandi.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at onnur Nato-lond royna eisini at fáa USA meira við, tá ræður um revsitiltøk, sum avleiðing av russisku krígsførsluni.