Teresa leyp uppum 163 cm á Tórsbreyt til FM í dag og setti hervið nýtt føroyskt og persónligt met. Teresa átti eisini gamla føroyska metið frá 2019, ið var 161 cm.
Teresa var í harðari kapping við Mariu Biskopstø, sum leyp uppum 158 cm og betraði munandi um sítt persónliga met.
##med2##