Nýtt Sjálvstýri setir fokus á útbúgvingar

Næstelsti flokkur í føroyskum politikki er klárur til val við nýggjum navni.

Sum seinasti flokkur bjóðaði Nýtt Sjálvstýri fjølmiðlum og øðrum til tíðindafund í dag, har flokkur legði fram valskránna til løgtingsvalið 01. september 2015.


Tað var Jógvan Skorheim, nýggjur formaður floksins, ið legði fram valskránna, meðan einasti tingmaður floksins, Kári P. Højgaard, ikki var til staðar, tí hann var í Trongisvági, har Kringvarp Føroya hevði valfund.


Til fólkatingsvalið gjørdi Nýtt Sjálvstýri greitt, at útbúgvingarmál er eitt av teirra hjartamálum, og tað sást eisini aftur í dag.


- Øll sum ynskja at taka eina útbúgving í Føroyum, eiga at fáa møguleikan at taka útbúgving í Føroyum, var greiða lyftið frá formanni floksins.


Nýtt Sjálvstýri er nú ikki bara útbúgvingarpolitikkur, men hevði flokkurin eini røð av vallyftum í teirra valskrá.


Harímillum er, at tað skal loysa seg at arbeiða hjá pensjónistum, at ein lætti skal latast smábarnafamiljum, at flokkurin ynskir at virka fyri sjálvstýri og ein nýggja stjórnarskipan, fleiri íløgur í grønari orku og sum allir hinar flokkarnir í valstríðnum, so lovar Nýtt Sjálvstýri eisini, at tey meðal- og lágløntu skulu fáa ein skattalætta.


Í valskránna eru ellivu punktir, harav tað, ið kanska skilur flokkin mest frá øðrum flokkum, er at fokus verður sett á millum annað integratión. Jógvan Skorheim nevndi tað eisini í framløguni, nevniliga at flokkurin fer til val við einum lyfti, um at hjálpa tilflytarum at gerast ein sjálvsagdur partur av føroyska samfelagnum. Tað skal gerast við eini tilgongd, ið tryggjar innlit í føroyskt mál og føroyska mentan.