Sviar duga hattar har við tí fólkakæra og hugnaliga. Astrid Lindgreen skrivar hópin av stuttligum og kenslubornum frásøgnum, Lasse Åberg tekur okkum við á veitsluferðir, og frá tí navnframa skemtaraparinum Hasse & Tage hava vit fingið filmar sum Súreplakríggið og Ævintýr Picassos.
So tað má metast sum enn eitt álop móti fordómunum um hástórar sviar, at teir nú eisini innan telduundirhaldið kunnu levera undirhald til alla familjuna so væl, sum eingin annar.
Fyrst var tað hitt trivial-pursuit líknandi ferðaforritið Backpacker, har ein skuldi ferðast jørðina runt við at svara spurningum, og nú kemur so spælið Teazle, sum gevur allari familjuni og vinunum møguleikan til manga stuttliga løtu saman frammanfyri telduni.
Eitt slags bingo
Upp til 8 persónar kunnu spæla saman, antin heima á einari teldu ella hvør sær um internetið. Spælið er eitt annaðleiðis slag av bingo. Á einum borði við 25 puntum liggja 25 tilvildarliga løgd spøl. Spælið hevur so til endamáls at fáa besta úrslitið í 5 spølum á rað. Tað er ikki lætt. Fyri tað fyrsta skal ein alla tíðina verja tað, ein hevur vunnið, og fyri tað næsta er talan um so ymisk spøl, at tað er trupult at kenna til tey øll. Har er hópurin av heilasnararum, ið seta logiska hugsunarháttinum royndir. Til dømis terningin hjá Rubik ella Thinker, har ein skal seta 16 smærri terningar í nummarrøð, men har tað trupla liggur í, at ein bert kann flyta eina heila røð í senn. Har eru fleiri spøl, ið líkjast talvi, loynigongdir og eitt spæl, har ein má skilja rúmdarligu støddirnar á einum terningi.
Fyri øll
Fleiri av spølunum kenna vit, men har eru eisini fleiri nýggj og heilt upprunalig spøl. Har er poker, mini-golf, tetris, puslispøl og ein røð av smáum actionspølum. So sjálvt um móður ella faðir beinanvegin vinna nøkur hugsunarspøl, so nyttar tað ikki nógv, um tey ikki eisini vina á restini av familjuni í Gocart, Night Racer ella Mad Cars.
Bert rós
Teazle hevur í alt 50 ymisk spøl. Hvørja ferð eitt nýtt umfar byrjar, setur forritið 25 tilvildarliga vald spøl á borðið. Byrjað verður við at velja lit, sum síðani legst sum bakgrund á teimum puntum, ein vinnur. Til ber alla tíðina at síggja hvussu nógv stig ein skal fáa, fyri at vinna ein punt, og tá fleiri av spølunum eru uppá tíð, ella at brúka so fá klikk sum gjørligt og tí ikki taka drúgva tíð, gerst tað skjótt spennandi. Tað er veruliga eitt annaðleiðis og spennandi telduspæl.
Grafikkurin er góður í 3D, brúkaraflatan kann ikki vera nógv annaðleiðis, tað er nóg mikið við on-line hjálp at fáa, og teldan frysti ikki, tá vit royndu forritið, so alt í alt hava vit bert rós til Teazle.
Fakta
Teazle finst til bæði PC og Macintosh og krevur ávikavist Windows 95 og PowerPC ella skipan 7.1 Spælið fyllir 45 MB á harðdiskinum.