Nýtt staklag frá Joe & The Shitboys: MR. NOBODY

Eftir tvey og eitt hálvt ár, geva Joe & The Shitboys í dag út nýtt staklag.

Føroya fremsta punkorkestur Joe & The Shitboys er langt um leingi aftur við nýggjum lagið. Heitið á nýggja lagnum er 'MR. NOBODY', og er úti nú á øllum vanligum stroymingartænastum (Spotify, Apple, Tidal, osf.)

 

Lagið kann síggjast sum ein dansuttur millum fingur til Jantelógina.

 

Joe sigur soleiðis:

 

– Eg vildi skriva um eitt evni, ið longu er skrivað so nógv um: tað at geva millumfingurin til tey, ið ikki trúgva uppá teg.

 

Eisini kungera teir nakrar spælingar uttanlanda. Helst verður onkur í Føroyum í næstum eisini.

 

United Islands of Prague Festival, Tjekkia - 1-4. mai

 

The Great Escape Festival, Stórabretland - 15-18. mai

 

IN.DIE.musik Festival, Týskland - 15. juni

 

Lagið er á Spotify, og tað kann eisini hoyrast á YouTube:

 

##med2##