Føroyski Hip Hop tónleikarin Marius DC byrjar 2022 við sínum fyrsta videolagi. Lagið »»Woah« er tikið av útgávuni MZA EP, ið var fyrsta útgávan hjá Marius DC, og nú finst tað eisini sum videolag.
Upptøkurnar til videolagið byrjaðu í mars 2020, beint áðrenn korona raktið. Ætlanin var tá, at videolagið skuldi koma út sum eitt slag av staklagi í sambandi við, at the MZA EP hevði fingið 4 tilnevningar til FMA.
Men korona steðgaði upptøkunum, ið vórðu tiknar upp aftur seinni tað summarið.
Tá videolagið var liðugt stutt áðrenn ársskiftið 20/21, var Marius DC longu ávegis við øðrum tilfari, og síðan tá hevur tað gingið slag í slag við 5 stakløgum og eini EP: Westender, ið kom út í summar.
– Woah er eitt av best dámdu løgunum á The MZA EP og hevur fingið heilt nógv streams á Spotify, sjálvt um tað ongantíð hevur verið ein single ella er spælt nakað serligt í Kringvarpinum. Tí var altíð ætlanin, at tað skuldi koma út sum video, og tað kennist ordiliga gott, at endiliga geva tað út, sigur Marius DC.
Egin Videography við Egin Tollakssyni Kass hevur filmað, klipt og framleitt videolagið. Tónleikin hava Jonas Langgaard, Per I. Højgaard Petersen og Marius Dam Christophersen gjørt, meðan Marius hevur skrivað orðini.
##med2##