Nyttaði lítið hjá Malta við høgum bóltum

(FM1) Hoyr føroyska liðskiparan, Atla Gregersen lýsa 3-1 sigurin ímóti Malta í Nations League kappingini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum føroyski liðskiparin, Atli Gregersen segði í samrøðu við Trónd Arge í beinleiðis sending á FM1 aftaná Atli og liðfelagarnir vunnu 3-1 á Malta í Nations League dystinum á Tórsvølli.

 

Atli Gregersen heldur fyri, at tað skalaði ikki hann og hinar í verjuni, at maltesarnir royndu seg við nógvu høgum bóltum í seinna hálvleiki. Atli heldur fyri, at hann og hinir í føroyski verjuni eru alt ov stórir og sterkir í mun til maltesisku áleyparnar, at har munaði lítið.

 

Atli Gregersen ber rósur til Skansan og føroysku áskoðarafjøldina, ið hann heldur aftur bar føroyska liðið langt.

 

Kenslan er góð hjá Atla at hava verið partur av enn einum føroyskum landsliðssigri.