StÍF-KÍF 29-29 (12-13)
Leygardagin møttust StÍF og KÍF í Atlantic Aiways kappingini hjá monnum. Gongdin hjá StÍF hevur verið væl betri enn gongdin hjá gestunum úr Kolllafirði í ár, og undan dystinum var StÍF at finna á øðrum plássi, meðan KÍF lá á fimta plássi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jólafrítíðin spøkti
Fyrstu løtuna var dysturin óvanliga linur, serliga við tá hugsað verður um, at hetta eru tvey lið, sum vanliga dáma væl at spæla skjótan hondbólt. Tað kundi væl hugsast, at jólafrítíðin, sum liggur fyri framman, var í huganum á monnum henda dagin.
Tað vóru tó vertirnir av Skálafjørðinum, sum fingu betru byrjanina. Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, so høvdu strandingar vunnið seg nøkur mál framum, men so við og við hálaði KÍF inn á StÍF.
Um miðjan hálvleikin stóð aftur á jøvnum, men enn var leikferðin einki serliga høg. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom tó eitt sindur meir lív í leikararnar, og nú gekk skjótt frá enda í annan. Serliga KÍF tóktist hava funnið seg til rættis nú, og teir nýttu eisini høvi til at leggja seg á odda. Til tíðir var munurin tvey mál, onkuntíð trý mál, men tá liðini fóru til hálvleiks var bert eitt mál á muni. Tá var støðan 13-12 til gestirnar úr Kollafirði.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nógvir feilir
Var fyrri hálvleikur linur, so kom veruliga gongd á spælið í seinna hálvleiki. Nú spældu bæði liðini skjótan hondbólt, og hetta gjørdi eisini, at liðini til tíðir gjørdu nógvar feilir. Stóran part av hálvleikinum vóru tað tó kollfirðingar, sum settu dagsskránna. Teir førdu at kalla allan hálvleikin, men munurin var ongantíð størri enn 3 mál.
Tá fimm minuttir restaðu í av dystinum komu strandingar fyri fyrstu ferð upp á javnleik í seinna hálvleiki, men enn einaferð vann KÍF seg aftur tvey mál fram um. StÍF kom tó upp aftur á janvleik, men tá 15 sekund vóru eftir av dystinum fekk KÍF aftur mál, og so førdu teir við einum máli.
StÍF gjørdi tó sera skjótt av. Teir runnu í álop, og við einans 6 sekundum eftir, eydnaðist tað tí sera vandamikla Finni Hanssyni at javna. Eitt mál, ið kollfirðingar eiga at iðra seg um. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 29-29, og hetta úrslitið kundi hvørki av liðunum brúka til nakað sum helst, tí bæði høvdu ein javnleik í skjáttuni undan dystinum. Sostatt var hesin dystur sum eitt tap fyri báðar partar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fakta
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$StÍF-KÍF 29-29 (12-13)
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$StÍF: Finnur Hansson 11 (1), Mortan Hansen 4, Leivur Justinusen 4, Andre Danielsen 4, Jakob Jónsson 3, Regin Didriksen 2, Bent Djurhuus 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$KÍF: Damir Oros 8 (1), Daniel Rapa 7 (4), Gert Hansen 6, Rógvi Weyhe 5, Niklas Reginsson 2, Mirko Milinkovic 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Brotskøst: StÍF 2, KÍF 6
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar: StÍF 4, KÍF 4
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen