Oasis aftur í tvíningum

:)

Ein av best umtóktu rokkbólkunum úr Onglandi seinastu árini er Oasis. Tað eru teir báðir brøðurnir Noel og Liam Gallagher sum standa á odda fyri bólkinum. Serliga er tað Noel sum roynir seg sum sangskriva, meðan bróðurin Liam, fyrst og fremst er at rokna sum sangari.

Tað hevur mangan verið buldraligt í Oasis. Ofta hava verið samanbrestir millum teir báðar brøðurnar, sum hava meira enn vanliga ringt við at semjast sínamillum. Teir hava í enskum bløðum ofta verið endurgivnir fyri at spilla hvønn annan út, men altíð hevur tað rætta seg aftur.

Frammanundan seinastu útgávuni hjá bólkinum, sum nevnist Standing On The Shoulders Of Giants, vóru tveir av limunum í Oasis útskiftir. Sagt verður um bólkin, at hann ongatíð hevur spælt so væl sum síðani teir báðir nýggju limirnir vóru innlimaðir.

Sølan av nýggju útgávuni hevur verið so sum so, men ummælini hava øll verið góð.

Eftir at Oasis høvdu verið nakrar fáar vikur á konsertferð, varð galið aftur. Teir báðir brøðurnir fóru upp at skeldast, og endin var at Noel rýmdi til hús. Í løtuni spælir guitaristurin hjá Paul Weller, Matt Deighton, í hansara stað.

-Eg havi tey seinastu sjey árini gjørt alt hvat eg eri mentur, fyri at halda saman uppá bólkin, men í løtuni klári eg ikki at vera í rúmi saman við beiggja mínum, hann er milt sagt ótolandi. Vit eru rættuligir óvinir beint nú, sigur Noel Gallagher úr London, har hann tekur sær av løttum saman við familjuni, meðan restin av bólkinum er á konsertferð.

Ætlanin er tó, at Noel skal møta bólkinum aftur í næsta mánaða, men í løtuni er einki sum talar fyri, at hetta verður veruleiki, tí enn er ósemjan millum teir báðar Gallagher brøðurnar ikki loyst.

Annars spæla Oasis í Danmark seinast í hesum mánaðanum, tá teir eru eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde Festivlainum.