SUPERLIGAN
Eingin føroyingur var í bestu donsku deildini, tá ið triðja umfarið eftir vetrarsteðgin var á skránni í vikuskiftinum. Todi Jónsson tykist hava ilt við at endurvinna plássið í FCK álopinum, og Jákup á Borg var ikki á fimtan manna OB liðnum, sum sunnudagin var í Valby og spældi ímóti Frem, og sum hevði alla orsøk at vera í heilt góðum hýri, tá ið teir aftur fóru um brúnna um Stórabeltið.
Brøndby var oddalið í vetrarsteðginum, og eftir at tað í tveimum Europa Cup dystum ímóti Barcelona gjørdist álvari hjá teimum, áðrenn tað gjørdi hjá øllum hinum, varð roknað við, at teir heilt skjótt fóru at verða førir fyri at leggja so mikið av sjógvi millum seg og hinar, at spenningurin um meistaraheitið fór at kámast heilt nógv.
Men soleiðis hevur tað ikki gingið. Brøndby hevur ikki enn vunnið síðani vetrarsteðgin. Sunnudagin vóru teir í Farum. Við málleysum javnleiki fingu teir fyrsta stigið í hesum árinum. Fyri Michael Laudrup og hansara menn var talan um stórt vónbrot. FC Nordsjælland stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini. Brøndby svam í málmøguleikum, og tvær ella tríggjar ferðir høvdu teir risa møguleikar fyri at fáa málið, sum hevði givið teimum øll trý stigini og harvið møguleikan at endurvinna oddasessin frá Esbjerg.
Í Aalborg var talan um stóra áskoðarafjøld og intensa og spennandi uppgerð. Einki mál kom undan steðginum. David Nielsen stútaði AaB framum, og Esbjerg javnaði til 1?1 eftir klumpspæl. Málskjútti var Hans Henrik Andreasen, sum við úgjavnandi málinum syrgdi fyri, at Esbjerg framvegis er oddalið.
FCK vónbrot
Hjá FCK var sunnudagurin stórt vónbrot. Teir vóru risa favorittar í Parkini ímóti Viborg, sum hevur havt afturpartin í vatnskorpuni. Teir flestu av teimum 24.288 áskoðarunum mundu rokna við øðrum enn Viborg sigri. Einki bendi størsta partin av tíðini á annað, enn at heimaliðið skuldi vinna. FCK hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og Viborg dugdi væl at verja. Men tá ið nýggi FCK liðformaðurin, Bo Svensson, hevði misnýtt brotsspark, lá í luftini, at tað fór at gerast torført hjá FCK.
Sigursmálið hjá Viborg fingu teir, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Peter Møller, sum stutt frammanundan hevði loyst Zuma av, var óheppin, tá ið hann royndi at avlevera við hælinum. Viborg toppskjúttin, Søren Frederiksen, streyk avstað við bóltinum. Svenski FCK málverjin, Magnus Kihlsted, hálvbjargaði, men tað eydnaðist kortini Viborg at fáa mál. Hetta var einasti møguleikin hjá teimum sunnudagin í Parkini!
Eftir dystarlok staðfesti FCK venjarin, Hans Backe, at hansara spælarar høvdu ikki verið nóg avgjørdir, og at stóri trupulleikin hevði verið, at teir ikki megnaðu at sleppa framvið mótstøðumonnunum. Harvið varð fyrsta lítla spurnartekini sett við álopsdygdirnar hjá eitt nú Álvaro, Zuma og Røll, sum annars hava staðið seg framúr væl. Um hetta kann fara at hava við sær, at Todi Jónsson aftur fer at fáa møguleikan, fer tíðin at vísa. Síðani hann kom fyri seg eftir skaðan, hevur tað gingið illa hjá Toda at fáa dystarvenjing.
OB hóttir
Jákup á Borg fekk ikki boð at vera við í OB ferðalagnum, sum sunnudagin var í Valby. OB vann 3?1 ímóti Frem, sum nú er illa statt. Støðan í steðginum var 1?1. Nógvur vindur var í Keypmannahavn, og í 2. hálvleiki søgdu teir í Frem seg hava verið ikki so lítið órógvaðar.
OB er á fjórða plássinum, men nú er stutt fram til heiðursmerkjaplássini. Tað er eitt stig fram til FCK á triðja plássinum, og tað eru fýra stig fram til Esbjerg, sum er ovast. Í OB hava teir alla tíðina havt sum mál, at teir skulu enda kappingarárið við heiðursmerkjum um hálsin. Nú restar lítið í, at hetta skal gerast til veruleika, og tað verður í Danmark mett sannlíkt, at krónurnar kunnu fara at verða av betri slagi enn bronsu.
Í fjør vildi Brøndby ikki skriva sáttmála við Thomas Lindrup, sum álopsspælarin vildi góðtaka. Tí flutti Lindrup til Brøndby, har hann aftur sunnudagin vísti seg at vera ein av høvuðsmonnunum í OB álopinum.
Síðani vetrarsteðgin hevur OB spælt fýra dystir ? tríggjar í landskappingini og ein í steypakappingini, og teir hava vunnið hvørja ferð.
Høvuðsstaðurin á botni
Í FCK og í Brøndby hava teir neyvan nakað ímóti, at smáu kappingarneytarnir í Keypmannahavn ikki standa seg nakað serligt. Sum nevnt omanfyri so stendur ikki væl til hjá Frem. Og tað stendur uppaftur verri til hjá AB. Teir eru nú so mikið nógv aftastir, at lítil ella eingin vón er um, at teir skulu halda fram í bestu deildini. Leygardagin varð fyrsti dysturin spældur á nýggja stadion hjá FCM í Herning. Heimaliðið vann 6?0 á AB, og Mohamed Zidan, sum áður hevur spælt við AB, var ikki blíður við fyrrverandi liðfelagarnar. Hann skoraði fimm mál!
Fyri AGF var tað stórt vónbrot, at teir noyddust úr Herfølge við 1?0 tapi. Við sigrinum lyfti Herfølge sær burtur frá botninum. Næsta vikuskifti skal FCK til Århus. Einki er at ivast í, at talan verður um torføra uppgávu.