Obadovic skoraði sigursmálið

Fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir eydnaðist tað TB at vinna ímóti Skála, sum framvegis ikki hevur vunnið

TB hevur í dag vunnið 1-0 á heimavølli ímóti Skála. Hetta er fyrsti TB sigurin í tveir mánaðir. Síðsti sigurin var, tá ið TB vann 2-0 á Skála. Skálamenn eru á veg norður aftur við 1-0 tapi. Skála hevur ikki vunnið í 17 dystum, og úrtøkan er tvey stig. TB hevur 10 stig, og sigurin ber við sær, at tað er eitt sindur av luft aftur til niðurflytingarplássini.

Sorin Anghel er venjari á Skála:

-Spælið var ikki gott, og TB dugdi væl at nýta sínar fyritreytir, sum eru, at liðið hevur fleiri stórar og sterkar spælarar. Vit eiga spælarar, sum eru góðir við bóltinum, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa frið á spæli. Kanska var tað, tí tað stóð so nógv upp á spæl. Vit mugu í hvussu so er hyggja inn í okkum sjálvar, tí vit eiga at megna meiri, enn vit vístu í dag, sigur Sorin Anghel venjari hjá Skála.

Hann ætlar sær at hyggja væl eftir upptøkunum av málinum hjá TB. Sebastian Kroner legði innfyri eitt sindur úr høgru, og á rangstøðumarkinum stýrdi Filip Obradovic, sum var fremsti maður, bóltin í málið.

-Hjálpardómarin veitraði, og dómarin bríkslaði fyri rangstøðu. So tosaðu teir báðir saman, og tá dømdi dómarin mál. Hetta kendist eitt sindur keðiligt, men eg fari ikki at dadla nøkrum, tí avrikið hjá okkum var ikki nóg gott til, at vit høvdu uppiborið at vinna stig, sigur Skála venjarin Sorin Anghel.

TB venjarin Michael Winter hevði blandað kortini av nýggjum. Poul Ingason var í miðverjuni, og tað riggaði seg illa hjá skálamonnum at spæla seg til upplagdan málmøguleika. Bara einaferð vóru teir í góðari støðu, og tað er ikki nóg mikið, um tað skal eydnast at fáa mál og vinna stig.

TB vísti góðan hugburð, og heimaliðið vann seg til fleiri góðar støður og góðar møguleikar. Næst við at fáa mál, áðrenn tað eydnaðist, var Eirikur M. Ellendersen, vongverjin í høgru, sum mitt fyri og úr 19 metrum smekkaði til, og bólturin brast í tvørtræið.

Fimm minuttir seinni eydnaðist tað at skora, og málið ber við sær, at í løtuni er TB leyst av botninum.

-Vit hava hugt eftir støðuni, tá ið vit skoraðu, og vit halda tað ikki var rangstøðu. Vit høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini, tá ið teir fyri tað mesta runnu aftaná, men vit misnýtti ov nógv. Eftir at vit høvdu skorað, vóru vit meiri í verjustøðu, og hóast Skála var longur frammi á vøllinum, so megnaðu vit væl at verja fyri, sigur Poul Ingason hjá Víkingi.

 

TB – Skála 1-0 (0-0)

Dómari: Rúni Gaardbo

1-0: Filip Obadovic 57.

TB: Frederik Mehder – Eirikur M. Ellendersen, Poul Ingason, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen (Einar Thorsteinsson, 85.), Mark Kongstedt – Filip Obradovic, Samudeen Musah

Gult kort: Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred, Mark Kongstedt

Venjari: Michael Winter

Skála: Bárður á Reynatrøð – Djóni Petersen (Kristian Martin Jakobsen, 4.), Teitur R. Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Jónhard Frederiksberg – Heðin Klakstein (Aksel B. Danielsen, 76.), Pætur Dam Jacobsen, Ronni Møller Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen – Poul Kallsberg (Jákup Joensen, 65.), Jan I. Hansen

Gult kort: Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen

Venjari: Sorin Anghel