Grams hevur í dag sett USA á skránna. Heimsins søguliga mest progressiva tjóð er við Obama komin aftur á brúnna at stýra klótu okkara úr herviligari ódn.
Barack Obama hevur sjálvsagt eisini ein matvøru-politik og landbúnaðar-politikk. Ikki er so nógv komið fram enn hvat vit kunna vænta okkum, men politiskir viðmerkjarar hava sagt, at hann kanska fer at gera nakað við tað sannroynd, at risastóru landbúnaðar-eindirnar, ið eru riknar við bíliga oljuog handilstøð ikki longur eru burðardyggar. Vegurin fram eru smærri eindir har vistfrøðin er í hásæti.
Onkur hevur enntá skotið upp, at forsetin sum eitt signal átti at gjørt stóru, gagnleysu og handils-gøddu plenuna framman fyri Hvítu Húsini í Washington um til vistfrøðiligan urtagarð við frukt og grønmeti, ið køkurin á staðnum kundi brúkt av.
Tað hevði vakt ans!
Eisini eru fólk í matstovu-vinnuni rættiliga spent um hvør fer at gerast kokkur í Hvíti Húsini. Tað fer sanniliga eisini at geva ábendingar um hvussu hugsað verður í Obama-familjuni.
Í Vínummælinum havi eg leitað fram frægastu USA-vín, ið Rúsan hevur í úrvali sínum.
Matummælið viðger amerikanska klassikaran cornflakes.
Í bókaummælinum verður nýggj bók um tann sokallaða South Beach-slankikurin umrødd.
Keld Johnsen, ið er kokkur á amerikanski sendistovuni í Danmark og millum annað hevur ein Diplomat Burger á matarskránni, vitjar Grams við einari uppskrift.
OBS! Seinasta nýggja um heimsmeistarakappingin fyri kokkar, Bocuse d’Or 2009. Norðmaðurin Geir Skeie kann nú kalla seg fyri heimsins besta kokk. Millum annað gjørdi hann ein rætt úr toski. Meira um hetta í næsta Gramsi. Eisini ein viðmerking til hví føroyingar ikki luttaka í slíkari kapping.