Obama á veðurlagsfundi: Vit gera als ikki nóg mikið

Barack Obama heldur, at nógv lond ikki hava verið nóg framsøkin í veðurlagsstríðnum. Tað segði hann í røðu á COP26.

 

Barack Obama er vónbrotin av, at Xi Jinping úr Kina og Vlademir Putin úr Russlandi ikki eru á COP26. - Foto: Yves Herman/Reuters

Tað er neyðugt at gera nógv meira í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum.

Tað segði fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, nú seinnapartin á veðurlagsfundinum í Glasgow.

Obama, sum var forseti í USA frá 2009 til 2017, fekk í skotska býnum Glasgow sum vant nógv uppmerksemi frá fjølmiðlunum.

Hann legði dent á í røðu síni, at tað bæði eru góð og ring tíðindi í veðurlagsstríðnum. Millum annað nevndi hann Parísavtaluna frá 2015 sum eitt dømi um, at tað ber til at fáa semju og veruliga handling.

– París hevur víst heiminum, at framstig eru gjørlig, og tað hevur givið okkum nøkur ávís mál. Tað bleiv gjørt eitt týdningarmikið arbeiði tá, og tað verður gjørt eitt týdningarmikið arbeiðið her. Tað eru góð tíðindi.

– Nú til tey ringu tíðindini: Vit eru ikki í nær námind av at vera, har vit skulu vera, sigur 60 ára gamli fyrrverandi forsetin.

Hann leggur afturat, at bert fá lond hava verið nóg framsøkin í veðurlagsstríðnum.

Á COP26 eru fleiri av heimsins valdsmikklastu ríkis- og stjórnarleiðarum. Obama er vónbrotin av, at leiðarar úr Kina og Russlandi, Xi Jinping forseti og Vladimir Putin forseti, ikki eru til staðar. 

– Tað er eitt serligt vónbrot, at leiðararnir í tveimum av heimsins størstu CO2 útlátarum, Kina og Russlandi, púra hava víst aftur at luttaka á fundinum, sigur Obama.

/ritzau/Reuters

 


 

 

Barack Obama er vónbrotin av, at Xi Jinping úr Kina og Vlademir Putin úr Russlandi ikki eru á COP26. - Foto: Yves Herman/Reuters