Tann komandi forsetin hevur heimild til at broyta avgerðir hjá sínum undanmanni uttan at spyrja Kongressina, og ta heimsildina fer hann at brúka John Podesta, sum stendur á odda fyri teirri nevndini, sum Barrack Obama hevur sett til at fyrireika forsetaskiftið í januar, segði um vikuskiftið, at Obama fer at broyta nakrar avgerðir hjá undanmanninum, George W. Bush.
Við BBC sigur Podesta, at Obama fer millum annað at broyta onkra avgerð, sum Bush hevur tikið um oljuleitingar. Hann segði ikki, hvørjar oljuleitingar talan er um, men fyri stuttum gjørdi Bush av at loyva leiting í eitt nú Alaska, hóast umhvørvisfelagsskapir og onnur mótmæltu.
Undirvalstríðnum segði barrack Obama fleiri ferðir, at hann fer at virka fyri, at USA skal troyta varandi orkukeldur so sum vindorku.