Barack Obama, forseti, sigur seg nú vera til reiðar at fara á ST-veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í næsta mánað, men treytin er, at útlit eru fyri einari avtalu, og at hansara luttøka kann gera mun.
-Kenni eg meg sannførdan um, at øll londini leggja álvara í samráðingarnar, at tað ber til at semjast um eina veruliga avtalu, og at mín hjávera kann gera mun, fari eg til Danmarkar, sigur Obama við Reuters-tíðindastovuna.
Tað hevur annars ljóðað í seinastuni, at amerikanski forsetin hevði slept ætlanini um at fara á veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn.