Obama til Palestina

Demokratiska forsetavalevnið í USA, Barrack Obama, fer í næstu viku til Miðeysturs. Hann hevur boðað frá, at hann ætlar sær til Ísraels og til Ramallah á Vestara Áarbakka. Palestinsku myndugleikarnir siga, at Obama skal hitta Mahmoud Abbas, forseta tann 23. juli, og at teir báðir fara at umrøða møguleikarnar fyri varandi friði millum palestinar og ísraelsmenn.. Palestinski samráðingarleiðasrin Saeb Erekat sigur við AP, at palestinar eru sera fegnir um, at Obama kemur til Vestara Áarbakka at vitja, tí tá John McCain herfyri var í Miðeystri, fór hann ikki til Vestara Áarbakka. Obama fer eisini til Ísraels.