Barack Obama, forseti, ávarar Muammar Gaddafi og hóttir við álvarssomum avleiðingum, um libyska stýrið ikki ger eftir samtyktini hjá ST-trygdarráðnum. Sambært amerikanska forsetanum skal libyska stýrið steðga øllum ágangi ímóti sivilfólkinum og loyva hjálparfelagsskapum at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp.
-Hetta er ikki nakað, sum vit tingast um, sigur Obama og leggur afturat, at altjóða samfelagið fer at brúka hermegi, um Gaddafi ikki ger eftir ST-samtyktini. Obama gjørdi tó púra greitt, at amerikanskir hermenn fara ikki at seta fótin á libyska jørð í sambandi við hetta átakið.
Í morgin verður fundur í París um støðuna í Libanon, og tá fer Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, at umboða USA.