NAFO, sum er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum, hevði í vikuni sín 36. Ársfund. Fundurin varð hildin í Vigo í Spania.
Á fundinum kom fram, at seinastu kanningarnar hava víst eina ávísa niðurgongd í toskastovninum á Flemish Kap. Stovnurin verður tó framvegis mettur at vera væl fyri. Somikið væl fyri, at toskakvotan verður á mest sum sama støði komandi ár, sum hon hevur verið í ár. Heildarkvotan í 2015 verður 13.795 tons, og av hesum eiga Føroyar 3.083 tons – svarandi til 22,35%.
Umframt toskakvotuna, hava Føroyar kvotu av svartkalva og kongafiski í NAFO økinum. Føroyska kvotan av svartkalva og kongafiski í 2015 verður ávikavist 199 tons og 69 tons.
Hartil varð avgerð tikin um, at banna beinleiðis fiskiskapi eftir rækjum í NAFO-øki 3L, og er hetta galdandi fyri bæði kanadiskt og altjóða sjóøki. Støðan í rækjustovninum á Grand Bank hevur verið sera vánalig seinastu árini, og longu undanfarna ár mælti vísindanevndin til ongan fiskiskap. Ein avmarkaður fiskiskapur varð loyvdur í 2014, men negativa gongdin í stovninum tykist tó halda fram.
Umboðið fyri DFG gjørdi á fundinum vart við, at hesin fiskiskapur hevur stóran týdning fyri Føroyar og talan tí er um ein smeit fyri føroysku rækjuvinnuna. Umboðið legði afturat, at Føroyar framvegis mótmæla rækjubýtinum í Grand Bank. Mótmælið er grundað á søguligu veiðuna hjá Føroyum.
Í NAFO luttaka Føroyar og Grønland saman undir heitinum Denmark in respect of Faroe Islands and Greenland.
Elin Mortensen úr Uttanríkistænastuni var sendileiðari í føroysku sendinevndini, ið eisini taldi umboð úr Fiskimálaráðnum, VØRN og Føroya Reiðarafelag.