Odd Fellow Ordanin í Tórshavn letur hurðarnar upp

   

Í samband við Mentanarnáttina 2003 bjóðar losja nr. 1 Ambolturin, IOOF øllum áhugaðum at vitja losjuna á Grønlandsvegi nr. 45 millum kl. 19.00-23.00.
Nógv halda, at tað hendir nakað løgið og óhugnaligt í eini Odd Fellow losju, men tað heldur Edward Ingebrigtsen úr Vestmanna ikki. Sjálvur hevur hann verið limur síðan stovnanina í 1986. Føroyska losjan byrjaði í leigaðum hølum í Vestmanna, men tá hølini gjørdust ótíðarhóskandi, var støða tikin til at flyta til Havnar og ognin á Grønlandsvegi nr. 56 bleiv keypt til endamálið.
Odd Fellow Ordanin er ein altjóða felagsskapur, sum byggir á tey menn-iskjaligu virðini. Fyri at gerast limur í felags-skapinum krevst einki serstakt, fíggjarligt, polit-iskt ella átrúnaðarligt støði, ella annað sum skilir fólkið. Tær einastu treytirn-ar eru, at ein skal vera rættarliga myndugur, og at man trýr á eina hægri makt.
Limirnir verða kunnaðir við eina rúgvu av »etisk-um« livireglum ið fremja sátt og semju millum menniskju í gerandisdegnum, og at, »ein tænir sær sjálvum best, sum hann tænir øðrum« og at »tú skal vera móti øðrum, sum tú vil hava onnur at vera móti tær sjálvum«. Odd Fellow Ordanin ber orð fyri at vera sera duldarfullur, men soleiðis er veruleikin als ikki, tað er ógvuliga lítið, ið ikki tolir dagsins ljós. Tó er okkurt smávegis, ið bert hoyrir til millum losjulimirnar, men soleiðis er tað eisini í privatlívinum.
Odd Fellow Ordanin er meira enn bert losjuarbeiði, tað røkkur eisini frá samkomum fyri eldri og sjúkum, til tað árligu gávuhand-anina frá Stórlosjuni uppá 250.000 kr. til læknavísund.
Úr teimum ymisku grunnunum ið Odd Fellow felagsskapurin ræður yvir og innsavnaðum peningi millum brøður og systurlosjunar, verða eisini árliga lætnar milliónir av krónum til vælgerandi endamál. Til heystar vil eisini okkara losja nr. 1 Ambolturin geva gávur til somu endamál í Føroyum.
Á mentanarnáttini 2003 verður opið hús á Grønlandsvegi nr. 56 millum kl. 19 og 23, har øll eru hjartaliga vælkomin, at seta spurningar losjuni viðvíkjandi og eftir førimuni fáa hesar svaraðar.