Oddabrak í Vestmanna

Kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli bresta saman í dag

 

 

VÍF og Kyndil hava verið oddalið alt kappingarárið, og tað er at kalla eingin spenningur eftir í spurninginum um, hvørjir FM-finalistarnir verða.

 

Hinvegin er framvegis púrasta opið, hvussu býtið av heimadystum verður í finalunum. Her er tað nevnliga so, at liðið, sum endar ovast, fær fyrimun av heimavølli, um tað er neyðugt við eini triðu finalu.

 

Undan dystinum í dag er VÍF eitt stig framman fyri Kyndil, og tí kunnu tær mest sum tryggja sær oddasessin, um tað eydnast at vinna dystin. Kyndil kann hinvegin toga seg framum, um tær vinna.

 

Á Skála veðrur dystur millum StÍF og VB. Undan dystinum er VB á fjóðra plássinum, meðan StÍF er nummar fimm.

 

Báðir dystirnir í Elektron-deildini byrja klokkan 14.30.