Báðir partar geva hvørjum øðrum skylduna. Ísraelar siga, at teir vilja ikki tosa um frið fyrr enn Arafat steðgar sjálvmorðsatsóknunum. Palestinsku leiðararnir siga, at teir hava ikki tamarhald á hesum atsóknum. Um somu tíð sum hetta hendir stendur allur heimurin og hyggur at og kann einki gera. USA, ið stuðlar Ísrael, hevur higartil ikki viljað lagt veruligt trýst á ísraelsku stjórnina.
Hjá okkum, sum fylgja gongdini í fjølmiðlunum, er ringt at gera sær eina niðurstøðu, tí støðan er so ørkymlandi. Ikki meira enn hava týðandi leiðarar úr øðrum londum sett seg til samráðingarborðið fyri at finna eina loysn, so brestir tann eina sjálvmorðsbumban fyri og onnur eftir, og ísraelskir stríðsvagnar rulla inn aftur í palestinskar býir.
Í gjár hittust fleiri altjóða leiðarar og heittu teir á partarnar at gevast. Hetta hava vit hoyrt aftur og aftur. Men kortini bara versnar støðan. Spurningurin er so, hvør skal taka ítøkilig stig til at fáa enda á stríðnum! Tað má vera altjóða samfelagið, og er tað átaluvert, at USA sum stuðul hjá Ísrael ikki hevur gjørt meira fyri at finna eina loysn.
Eftir okkara tykki og her taka vit fult undir við forkvinnuni í Føroya deildini av Amnesty í SVF, so má Ísrael tvingast til at góðtaka eina altjóða friðarherdeild. Hon er einasti útvegur, nú tá partarnir ikki vilja geva seg ein tumma. Ein altjóða friðarherdeild kann so eisini vera júst tað, ið skal til fyri at fáa palestinar at gevast við sjálvmorðsatsóknunum. Nú teir kenna seg so einsamallar og ongan góðan hava er tað bara eitt slíkt stig, sum kann fáa teir at sissast og steðga hesum ræðuligu atsóknum. Men tá má altjóða samfelagið eisini krevja av Sharon og ísraelum, at teir vilja tosa um rótina til alt ilt, og hon er hertøkan av palestinskum øki og framhaldandi búsetingarnar. Talan er um eina politiska kreppu, ið má loysast politiskt. Ísrael má til at vísa vilja til at ganga undir eitt nú samtyktirnar hjá ST um at steðga búsetingum og lata palestinum hersett øki aftur. Hetta er kjarnin í stríðnum, og soleingi Ísrael ikki vil tosa um hetta, soleingi verður ikki friður.
At Sharon situr við valdinum ger tað ómøguligt at koma víðari, tí hann hevur meira enn nakar viljað hildið fram við absolutt spreingifulla búsetingarpolitikkinum. So maðurin, ið eigur sín stóra part av ábyrgdini fyri tí støðu vit hava, eitur Sharon. Harfyri verður ikki sagt, at Arafat og hansara menn ikki eisini hava stóra ábyrgd. Tað hava teir. Men maðurin, sum situr við lyklinum til frið eitur Sharon, og tí má umheimurin nú krevja av honum, at hann ger eftir samtyktum ST og virðir rætt palestina. Við at seta inn altjóða friðarherlið verður trýst lagt á báðar partar. Tá má ein so bara biðja til, at tey, sum standa aftanfyri sjálvmorðsatsóknunum skilja, at hetta er seinasta útkall fyri eini loysn, sum eisini virðir og gagnar palestinum.
Sosialurin