Men einki er frætt um, at henda nevnd er farin til verka, tíansheldur er liðug við arbeiði sítt. Tí kom tað heldur dátt vit, at tað fyrsta, sum skal seljast - ella partvíst privatiserast - er føroyska flogfelagið, sum hevur tryggjað, at vit hóast alt hava lutfalsliga bíligar flogseðlar í dag.
Vit eru greið yvir, at flogfeløg leggja saman ella gera aliansur. Í hesi gongd hevur tað víst seg, at altjóða kappingin hevur havt við sær, at tey smáu flogfeløgini klára seg ikki, uttan at tey hava onkra góða nisju at dúva uppá.
So er spurningurin, um nisjan her í Norðuratlantshavi er ein nóg góð og stór nisja hjá Atlantic Airways, ella um føroyska flogfelagið er ov seint á sjóarfallinum at fáa sær ein samstarvsfelaga ella medognara.
Atlantic Airways kappast ímóti Mærsk Air, sum veksur í vavi, og sum hevur gjørt samstarvsavtalu við risan innan flogferðslu á okkara leiðum, SAS. Tí liggur næst fyri at spyrja, hví Atlantic ikki hevur gjørt eina avtalu við t. d. SAS ella okkurt líknandi flogfelag á okkara leiðum?
Nú verður sagt, at partabrøv kanska skulu bjóðast út til nýtekning, m.a. fyri at fáa eitt flogfelag upp í. Harafturat skal kapitalgrundarlagið styrkjast .
Tað er óivað neyðugt at styrkja kapitalgrundarlagi, men so er spurningurin, hví skulu vit hava útlendingar upp í føroyska flogfelagið, samstundis sum landsstýrið legði dent á, at vit skulu hava eina føroyska loysn, tá tað snýr seg um bjargingar- og veitingartyrluna? Til hesa tænastuna fingu hvørki útlendingar ella Flogfelag Føroya høvi at bjóða!!!
Flestu føroyingar eru samdir um, at vit eiga at varðveita meirilutan í okkara føroyska flogfelag, og tí er at vóna, at hetta tiltakið ikki er tikið, tí tað sendur so illa til fíggjarliga hjá føroyska flogfelagnum, at neyðugt er við eini innspræning, t.d. frá útlendskum flogfelag.