Oddagrein: Avgerðir í óðum verkum

Í Føroyum síggja vit javnan tann trup­ul­leika, at tá stór­ar pol­it­isk­ar av­gerð­ir skulu tak­ast, so stara fólk seg blind upp á á­vís­ar verk­ætl­an­ir. Eitt dømi um tað er Skála­fjarð­ar­tunn­il­in.
Í blaðnum í dag lýsa vit eina al­t­ern­a­tiva ætlan til hesa ætlan, Hetta eru ikki nýggir tankar, men ná­túr­lig­ir spurn­ing­ar at seta sær – tí at júst ætl­an­in um Skál­a­fjarð­ar­tunn­lin kanska ikki neyð­turv­i­liga er tann besta fyri alt landið.
Í mun til aðrar verkætlanir so sum Vág­a­tunn­il­in, Norð­oya­tunn­il­in og fyri so vítt eis­ini ætl­aða Sand­oy­ar­tunn­il­in, so vóru eingi alt­ern­a­tiv til tær ætl­an­ir­nar. Men vit hava jú eina land­fasta far­leið mill­um Havn­ina og Skála­fjørð­in. Hó­ast hon er drúgv, so eru eisini aðr­ar al­tern­a­tiv­ir møgu­leik­ar, enn ein bein­­leið­­is far­leið mill­um Havn­ina og Toft­ir. Og hvør sigur, at tað sam­fel­ags­bú­skap­ar­lig­a hev­ur størri týdning at brúka eina milliard til hesa farleið, held­ur enn aðr­ar far­leið­ir, sum kanska gagna fleiri øðrum økjum – og sum eis­ini gagna sambandinum mill­um Skál­­­a­fjørð­­in og Havn­ina, um­ enn tal­­an hevði verið um eina eitt sind­ur drúgv­ari farleið.
Tað er júst tað, sum Frank Han­sen vís­ir á í blaðnum í dag.
Vit kunnu skjótt gerast samd um, at lít­­ið al­­ment kjak hev­ur ver­ið um hesa ætl­an. Tað er rætt­i­liga á­hug­a­vert, so sum Frank Hansen vísir á í grein­ini í blaðn­um í dag, at al­mennu Før­oy­ar í av­tal­uni við priv­ata fel­ag­ið, sum skal gera Skál­a­fjarð­ar­tunn­il­in, binda seg til ikki at gera á­bøt­ur ella al­tern­a­tiv­ar ætl­an­ir næstu 30 árini. Við hesum er land­ið bund­ið á hond­um og fót­um til priv­ata fel­ag­ið.
Málsgongdin í hesum máli hev­ur ver­ið á­hug­a­verd. Tá John Jo­hann­es­sen var lands­stýr­is­mað­ur var hend­an verk­ætl­an­in nið­ur­rað­fest. Hann var ikki so heitur fyri priv­atu ætl­an­ini. Men nú tá ein lok­al­pol­it­ik­ari úr øk­i­num kom í lands­stýr­is­sess­in, so tyk­i­st alt leyst og lið­­ugt at seta priv­atu verkætlanina í gongd.
Hetta skurr­ar. Skal tað ver­u­­liga verða so, at vit skulu gjalda yvir eina mill­i­ard fyri at Kári P. Høj­gaard, Alfred Olsen, Bill Just­­in­us­­sen, Helgi Abra­ham­sen og Rod­mund Niel­sen sklu hava stytri veg at koyra til Havnar?
Framtíðar sam­ferðsl­u­út­­bygg­­ing­ar skulu byggja á tryggari tryggar grund­ar­lag enn tað.