Ein veruligan valdyst sært tú ikki. Í Havn síggja vit eina andstøðu, sum heldur enn at vísa á ein alternativan politikk rennur aftan á samgonguni og borgarstjóranum. Og tann einasti persónurin í býráðnum hesaferð, sum hevur svikið síni egnu og stillar upp fyri annan flokk – hevur sum fremsta mál at halda trivnaðarkósina. Tykist eitt sindur øvugt at halda trivnaðarkósina hjá Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum við at velja Fólkaflokkin – men kanska tað er soleiðis, at alt skal vevjast upp í ein ellubita...?
Meðan tað hevur verið trupult at fáa fólk á listar nógva staðni í landinum, so er áhugin sera stórur at verða valdur í Tórshavnar býráð – og summi valevni brúka í hundratúsundavís av krónum at náa einum av teimum 13 sessunum, sum eru í landsins størsta býarstýri.
Umframt í høvuðsstaðnum, so er tað bara í Klaksvík, í Eysturkommunu og partvís á Tvøroyri og í Vági, at politisku flokkarnir stilla upp. Tú hoyrir mong fólk siga, at tey velja ikki flokspolitiskt á kommunuvali. Hvør skal siga, her eiga politisku flokkarnir ikki at hava valdið eins og í løgtinginum.
Í einum landi, har »politikkurin« í meira enn hundrað ár hjá stórum parti av teimum í tí politisku skipanini hevur snúð seg um stjórnarviðurskiftini í ríkisfelgsskapinum kanst tú kanska skilja, at tá tey ikki eru komin á mál við tí spurninginum, so eru tey ikki klár at gera av, um vit skulu hava eitt høgravent ella vinstravent kommunustýri.
Men at politiskir flokkar við einum hugsjónarligum virðispolitiskum grundarlag stilla upp til kommunuval er sjálvsagt. Er tað neyðugt at stilla upp til løgtingið við flokspolitikki, so er tað sjálvandi eisini viðkomandi til eitt kommunustýri – í øllum førum í teimum kommunum, sum hava eina stødd, har tað ber til at reka politikk.
Tað er tó einki, sum bendir á, at vit tær stóru broytingarnar. Í Havn verða tað framhaldandi teir fýra stóru flokkarnir, sum verða valdir. Kanska við onkrari smávegis flyting, men valla eini flyting, sum broytir javnvág millum verandi blokkarnar. Einki bendir á, at Fólkaflokkurin missir takið í Klaksvík, og á Tvøroyri hava borgarstjórin og flokkur hansara næstan vunnið upp á forhond.
Men tað verða ikki veljararnir í Havn og í Klaksvík, sum gera av, hvør skal stjórna býunum. Tað verður telvingin aftan á uppteljingina valkvøldið, og tá kann alt broytast!