Eitt skifti var sera góður hýrur á Jarðfeingi og á landssstýrismanninum í oljumálum, tí tað gekk sum smurt at bora gjøgnum basalt. Tað varð nettupp eitt av stóru ivamálunum, áðrenn farið varð undir hesa fyrstu boring á basaltinum á føroyska landgrunninum nakrantíð.
Eisini varð góður hýrur, tá komið varð gjøgnum basaltið, hóast tað var tjúkri enn hildið, tí jarðfrøðiligu viðurskiftini tyktust at sampakka við metingarnar hjá jarðfrøðingunum.
Síðani hevur valdað tøgn. Tað er væl skiljandi, tí hetta er ein brunnur, sum kemur undir tagnaðarskyldu, í hvussu er til boringin er liðug. Men ilt er at halda øllum upplýsingum aftur, tá talan er um kanska fleiri hundrað fólk, sum fylgja við og fáa upplýsingar um boringina sohvørt.
Og tað Sosialurin hevur fingið uppsnúsað frá góðum keldum er, at enn er ikki troffið við hvørki olju ella gass. Men samtíðis er greitt, at boringin er ikki heilt liðug enn. Tí eru framvegis vónir, og verða heldur eingi sjónlig tekin til kolvetni seinastu metrarnar, so eru kortini ikki allar súðir syftar, tí tað er ikki óvanligt, at hátøkniligar kanningar aftaná boring avdúka olju og gass.
Hvussu hetta enn endar, so hevur boringin longu verið gagnlig fyri oljuleitingina við Føroyar, tí staðfest er, at tað er ikki nakar trupulleiki at bora gjøgnum basalt. Hetta er so nakað, sum kann koma øðrum oljufeløgum, sum fara at bora her, til góða.
Tað vil sjálvandi vera eitt stórt bakkast fyri oljuleitingina við Føroyar, um eingi tekin eru til olju ella gass undir basaltinum. Men vit eiga ikki at fella í fátt, tí hetta er so bara ein av fleiri brunnum, sum skulu borast næstu árini. Tað er tó óheppið fyri bæði 2. útbjóðing og komandi 3. útbjóðing á landgrunninum. Ein turr Brugda kann gera, at feløgini, sum fingu loyvi í 2. rundu, fara at vera sera varin við at binda seg til at bora, og fyri 3. rundu kann tað gera, at áhugin fyri henni rætt og slætt verður minni ella kanska eingin.
Nú mugu vit so bara síggja veruleikan í eyguni, men kortini eisini vera realistisk og tað merkir eisini, at vit gera okkum greitt, at hvørki á norska landgrunninum ella økinum vestan fyri Hetland var olja funnin eftir bara fimm brunnar. Har var talan um ávikavist góðar 30 og 70 brunnar, áðrenn rakt við við lønandi oljukeldur. Tað kann vera ein uggi.
Sosialurin