Tað, sum almenningurin áður hevur frætt, er, at Landssjúkrahúsið eftir tilmæli frá leiðsluni skuldi skerjast við fimtan milliónum krónum undir teirri fortreyt, at Løgtingið eftirfylgjandi játtaði aðrar fimtan millionir. Fylgjurnar av hesi ætlan vóru ógvusligar, atfinningarnar hava ikki trotið og eitt nú í hesum teigi hava vit víst á, at stovnur og sjúklingar ikki fóru at tola eina so harðrenda framferð. Men nú hevur landsstýrismaðurin eftir at hava viðgjørt skerjingarætlanina hjá sjúkrahúsleiðsluni bart út sagt sópað hesa ætlan av borðinum. Hann hevur í gjár søkt um eykajáttan til tey trý sjúkrahúsini og talan verður ikki um at fremja skerjingar í lívsneyðugum heilivági ella at niðurleggja ætlað virksemi. Til Landssjúkrahúsið verður søkt um 28 milliónir, ið er so nær við upprunaligu tørvinum, sum hugsast kann.
Hans Pauli Strøm hevur við hesum sýnt bæði politiskt dirvi og ábyrgdarkenslu. Nú verður spennandi, hvussu hansara politisku starvsfelagar fara at stilla seg til avgerðina. Vit hava áður ført fram, at Landssjúkrahúsið ongan góðan eigur og at sjúkrahúspolitikkurin í mong ár hevur verið eyðkendur av politiskum illvilja mótvegis Landssjúkrahúsinum. Nú hava samgongupolitikkarar høvi at mótprógva okkara pástand. Vit hava víst á, hvussu inkonsekvent tað er at byggja og innrætta eitt sera nútímans landssjúkrahús og ikki samstundis til fulnar troyta teir viðgerðarmøguleikar, ið hetta gevur. Nú hava samgongupolitikkarar høvi at prógva, at vit hava gjørt teimum órætt, og teir hava høvið at tryggja Landssjúkrahúsinum arbeiðsfrið og harvið tryggja føroyskum sjúklingum ta bestu viðgerð, sum kann fáast her á landi. Vit hava eisini mælt Hans Paula til at seta sess og samgongu uppá spæl, um ikki hann fekk eina eykajáttan, sum tryggjar raksturin á Landssjúkrahúsinum framyvir. Hesi ráð fara vit fyribils at lata standa við.
Eftir standa ósvaraðir spurningar, eitt nú raksturin av Landssjúkrahúsinum í longdini. Her má finnast ein politisk semja, sum kann fyribyrgja hesum støðugt afturvendandi fíggjarkreppunum á LS og sum kann beina burtur tann ótryggleika, sum stendst av hesum. Annar spurningur snýr seg um leiðsluna. Landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at ein stýrandi leiðsla yvir øllum trimum sjúkrahúsunum skal tryggja eitt tættari og meira rationelt virksemi. Tað er ilt at siga hvat hetta merkir, men landsstýrismaðurin skyldar tí almenninginum eina nærri frágreiðing um hetta.
Sosialurin