Juristar bæði í løgtingsumsitingini og í løgmálaráðnum danska hava víst á, at uppskotið um stjórnarskipanina er í stríð bæði við grundlógina og við heimastýrislógina. Tað kann vera, at jurain fær trupulleikar av hesum - so onkur fyrilit mugu helst takast, men vit mugu ikki gloyma, at politikkur - tað at vilja broytingar - onkuntíð má takast fram um juraina. Um tað ikki var, so vóru fleiri viðurskifti øðrvísi, tí tað er so mangt broytt, sum ikki er í tráð við grundlógina, sum einki nevnir um, hvussu demokraiið í Føroyum skal verða skipað.
- Nú ræður um, at tjóðskaparligu mótpolarnir í føroyskum politikki ikki skerpa klórnar hvør ímóti øðrum, men at vit við eini stjórnarskipanarlóg finna eina gongda leið, har allir partar vinna seg til rættis.
Soleiðis segði Jóan Pauli Joensen, sum var formaður í grundlógarnevndini, seinni stjórnarskipanarnevndni, í fororðunum í álitinum, sum hann flaggdagin í 2004 handaði løgmanni. Hann helt fram, at stjórnarskipanin skal bert taka støði í fólksins egna vilja. Tí tað er bert Føroya fólk, ið kann taka avgerð um egna lagnu, og hetta var aðalmálið, segði hann.
Og rætt er tað. Vit hava í meira enn 100 ár stríðst um ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Vit hava ikki endiliga stríðst við danir, men vit hava stríðst innanhýsis, og tað er hetta destruktiva stríð, sum má halda uppat. Vit koma ongan veg, um flokkarnir halda fram eftir hesum meiningsleysa leisti. Tí er uppskotið um nýggja stýrisskipan eitt kærkomið høvi, har vit kunnu strika vøllin upp av nýggjum, leggja til viks sambands- og loysingarstríðsøksirnar og definera okkum sum land og sum tjóð og hvussu vit skipa okkum sum samfelag - og hvussu viðurskiftini við danska ríki skulu broytast, um føroyingar einaferð skuldu viljað tað.
Endamálið við stjórnarskipanarlógini skal sjálvandi ikki vera, at Føroyar skulu úr danska ríkinum. Men skulu vit tað einaferð, so skal avgerðin sjálvandi liggja hjá okkum, og vit skulu vita akkurát, hvussu hon skal takast, so vit ikki næstu 100 árini fara at trætast um eina forvirraða fólkaatkvøðu frá 1946.