Og megnar Lars Løkke Rasmussen at gera ein »Nyrup« – at hála so nógv sjálvan valdagin, kanska eisini við hjálp úr Føroyum, so er slagið ikki vunnið hjá Helle Thorning-Schmidt.
Í Føroyum hava bæði metingar og veljarakanningar peikað á tað sama, at konfrontatiónspartarnir í tjóðskaparmálinum, Tjóðveldi og Samband standa til at vinna valið, sum tykist vunnið upp á forhond. Men tó so, seinastu veljarakanningarnar benda á, at valið kanska verður meira spennandi, enn roknað hevur verið við.
Formansskiftið í Javnaðarflokkinum tykist verða fallið í góða jørð millum javnaðarveljarar. Niðurgongdin hjá Javnaðarflokkinum í veljarakanningum var uttan iva grundarlagið undir framgongdini hjá Sambandsflokkinum. Tí er hugsandi, at um Javnaðarflokkurin gongur fram, so gongur Sambandsflokkurin aftur. Tað vísir eisini seinasta veljarakanningin, sum varð kunngjørd í Dimmalætting í gjár.
Munurin millum teir stóru flokkarnar er eisini tann, at meðan Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hava fólkatingsmenn á listanum, so hava Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin ongan fyrrverandi fólkatingsmann á listanum. Javnaðarflokkurin hevur soleiðis ongan profil, sum skal royna seg umaftur. Hinvegin hevur hann tveir nýggjar profilar, floksformannin, sum nú skal fyri fólksins dóm, og so Sjúrður Skaale, sum er fyrrverandi fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi. Hetta kann í sjálvum sær draga atkvøður. Hinvegin er tað bara í 1998 og í 1979, at Javnaðarflokkurin í nýggjari tíð hevur megnað at vinna eitt fólkatingsval við nýggjum profilum. So tað ber til.
Tað sama gjørdi Fólkaflokkurin í 1984, tá hann fyri fyrstu ferð síðani 1968 aftur fekk umboð á fólkating – tað var tá »Reyða kabinettið« hjá Jens Otto Krag fall.
Men so er tað jokarin Poul Michelsen. Hann er borgarligur fullveldismaður. Tað merkir, at hann dyrgir eftir fólkafloks- og tjóðveldisveljar arakanningunum, men geva vit honum fyrimunin við óvissuni, sum er í slíkum kanningum, so kann hann fáa bæði tvey og trý prosent av atkvøðunum – og knógvar hann seg upp á fýra, so fær hann út við 1.000 atkvøður. Býta vit tær javnt millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin – og um undirtøkan millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin flatar meira út, so kunnu vit fáa eitt rættiliga spennandi úrslit hóskvøldið í næstu viku.
So hóast favorittarnir framvegis eru eyðsýndir, so er kortini einki givið upp á forhond.