Oddagrein· Eitt gott boð

Støðan í Iraq gerst alt meira hættislig fyri hvønn dag, sum fer. Samanbrestir, burturflytingar og ein støða, sum í ávisum pørtum av Iraq mest líkist borgarakríggi er tann mynd, sum heimurin nú hevur av amerikansku hesrsetingini av Iraq. Tað er lætt at vera eftirklókur, so tað gevur lítla meining at vísa til tær mongu ávaringar, sum vóru frammi, tá USA og onnur lond lupu á Iraq. Tað, sum nú er umráðandi er at forða fyri, at Iraq gesrt til eitt nýt Vietnam. Hetta vildi ikki bert verið ein sorgarleikur fyir Iraq, men hetta vildi eisini verið ein vanlukka fyri USA og tess sameindu í Vesturheiminum. Tað er tí at vóna, at partarnir finna fram til ein haldgóða loysn.

Eitt tað mest áhugaverda boð uppá eina haldgóða loysn kom í gjár frá valevni demokratanna John Kerry. Kerry mælir til, at ST sum skjótast tekur yvir ta ábyrgd av Iraq, sum USA nú við størri ella minni rætti hevur átikið sær. Hetta er eitt gott boð uppá eina burðardygga loysn. Tað, sum er umráðandi, er, at støðan við USA sum hersetingarvaldi sum skjótast kann halda uppat. Henda støða er eyðmýkandi fyri ta iraqisku tjóðina, og henda støða er ikki haldgóð fyri USA og tess sameindu í longdini. Og friður verður ikki, so leingi henda støða stendur við. Ein kann bert spyrja, hvussu leingi eitt land sum Danmark tolir at hava leiklutin sum partur av hersetingarvaldi í einum triðja landi? Hetta er jú burturvið, og fólk í Danmark og øðrum sameindum hjá USA í Iraqkrígnum gerast alt meira ørkymkymlað og ótrygg. Almenningurin hevur torført við at síggja eina meining við, at lond sum Pólland, Suðurkorea, Danmark og Spania skulu vera partar av einum fremmandum hersetingarvadli í longri tí framyvir. Tað er tískil best fyri allar partar, at broyting kemur í.

Uppskotið hjá Kerry hevur tann fyrimun, at Iraq ikki framvegis er at meta sum hersett land, men sum eitt land, sum heimssamfelagið skal hjálpa fram til støðugt og burðardygt fólkaræði. At USA framvegis kemur at rinda meginpartin av tí, sum henda tilgongd kemur at kosta er ikki annað enn rímuligt og gott fyri trygdina hjá USA og okkum øllum. Við einum Iraq undir ST-formyndaraskapi í nøkur ár er verulig vón um eina haldgóða loysn, sum meginparturin av iraqiska fólknum kann góðtaka. Hetta er sjálvsagt fyritreytin fyri, at ST skal kunna megna uppgávuna. Livst so spyrst, men vit hava øll loyvi at vóna tað besta, og tí vildi eitt tað besta fyri Iraq verið, at Kerry gjørist næsti forseti USA.

Sosialurin