Oddagrein· Eitt gott mál

Á fundinum fyrr í vikuni um útflutning av óvirkaðum fiski legði løgmaður fram visión samgongunnar fyri føroyska samfelagið. Sambært hesi visión hevur landsstýrissamgongan sett sær sum mál, at Føroyar um 15 ár skulu vera millum heimsins fremstu lond. Hetta er eitt gott mál at seta sær og øll kunnu taka undir við einum slíkum máli. Soleiðis sum samfelagsgongdin er um allan heim, er neyðugt hjá einihvørji stjórn at seta sær eitt mál og at hava eina strategi á øllum samfelagsøkjum fyri at náa hesum máli.

Í framløgu síni nam løgmaður við flestu av teimum evnum, sum eru uppi í tíðini. Eitt hitt heitasta evnið er altjóðagerðin. Henda tilgongd fevnir um vandar og møguleikar. Vandarnar finna vit í hesum, at heimurin er vorðin ein arbeiðsmarknaður. Hetta merkir, at framleiðslan fer har, sum kostnaðurin er lægstur, eitt nú Kina. Henda støða er ein stór avbjóðing til vinnulív og myndugleikar. Arbeiðspláss í túsundatali verða nú flutt til Kina, har tímalønin bert er ein brotpartur av tímalønini t.d. í Norðurlondum ella í Týskland. Tað er øllum greitt, at henda tilgongd gevur myndugleikum stórar trupulleikar, tí úrslitið av gongdni er vaksandi arbeiðsloysi.

Tað eru tó ymisk viðurskifti, ið kunnu mótvirka hesi gongd. Kina er eitt nú av álvara farið undir at endurskoða allar tær skattalættaskipanir, sum eru við til at draga útlendskar fyritøkur til Kina. Tað hevur gingið ov skjótt og vinningurin fyri kinesiska samfelagið av mongu útlendsku íløgunum er lítil og eingin. Hetta merkir, at íløguhugurin í vesturheiminum við atliti at Kina fer skjótt at minka. Eftir verður so hóttanin frá lága lønarlagnum, sum vit einki fáa gjørt við. Tað einasta, vit kunnu gera, er at broyta vinnumynstur og síggja til, at vit fáa meira burturúr tí fiskiríkidømi, sum vit eiga. Hetta leiðir til positivu avleiðingarnar av altjóðagerðini.

Altjóðagerðin merkir eisini møguleikar. Men fyri at kunna troyta hesar møguleikar er neyðugt við nýhugsan, nýskapan og kreativiteti - ikki bert í vinnulívinum men í øllum samfelagnum. Meginfortreytin fyri at kunna taka við avbjóðingini liggur í eini miðvísari og sterkari satsning uppá útbúgving og gansking. Útbúgving og gransking eru fortreytir fyri nýskapan og fyri, at vit skulu megna at troyta møguleikarnar, sum altjóðagerðin ber við sær. Løgmaður og hansara samgonga noyðast tí at leggja á annan bógv, tá um útbúgving og gransking ræður. Her skal heilt onnur bót gerast út á súpanina. Í staðin fyri sum nú at spara og skerja útbúgving og gransking eigur hetta økið at verða høgt raðfest. Hetta merkir í fyrstu atløgu, at nógv meira peningur skal játtast í framtíðíni og hetta merkir, at skúli og útbúgving eiga at verða raðfest nógv hægri enn í dag. Hetta er galdandi fyri alt økið - frá barnagarði til hægru lærustovnarnar.
Sosialurin