Oddagrein: Eitt mentanarhús í fjórðingsøld


Tað var eitt gott hugskot, ið fyri meira enn fjórðingsøld síðan elvdi til, at Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið gjørdu av at seta á stovn ein norðurlendskan mentanarstovn, eitt Norðurlandahús í Føroyum. Tað var Erlendur Patursson , sáli, ið sum limur í Norðurlandaráðnum, reisti málið um eitt norðurlendskt mentanarhús í Føroyum. Hetta stig er og verður eftirmæli Erlends til miklan sóma.


Norðurlendsk arkitektakapping varð útskrivað í 1977, har 158 fólk luttóku, og vinnarar gjørdust Ola Steen úr Noregi og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi, verður upplýst á heimasíðu húsins. Norðurlandahúsið í Føroyum varð liðugt og tikið í brúk hin 8. mai 1983. Byggikostnaðurin var 70 mió. dkr, sum varð býttur millum Norðanlond, ið rindaðu 66%, meðan Føroyar rindaðu 34% av kostnaðinum. Norðurlandahúsið er skipað sum stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum rindar 92% í føstum stuðli, meðan Føroya Landsstýri letur restina. Umframt eru eisini verkætlanir knýttar at húsinum. Talan er sostatt um ein stovn, hvørs rakstur í sera stóran mun er fíggjaður uttan fyri Føroyar av norðurlendskum skattgjaldarum. Norðurlandahúsið verður stjórnað av einum stýri við fimm norðurlendskum og trimum føroyskum limum. Harafturat er ein føroysk mentanarlig ráðgevandi nevnd, sum telur fimtan fólk. Stýrið setir stjóra, sum settur verður í fýra ár.


Húsið gjørdist á mangan hátt ein avbjóðing til okkum føroyingar, og tí vóru tað ikki so heilt fá, sum í byrjanini ræddust hetta húsið. Hetta var jú bæði ein byggilistarlig avbjóðing og ikki minst ein mentanarlig avbjóðing. Stovnurin var jú nakað heilt nýtt, og tað var kanska ikki so løgið, at onkur hevði lyndi til at firnast – kanska serstakliga tey, sum fataðu húsið sum eitt slag av fínamentan. Onnur bóru ein ikki heilt ógrundaðan ótta fyri, at húsið kundi fara at gerast ein koddi hjá teimum politikkarum, sum ikki tóktust sinnaðir at játta meira pening til mentan og list. 


Húsið hevur gjøgnum árini havt nógv ymisk fólkslig heiti sum eitt nú kultur-UFO, hulduheyggur, ein gandakendur álvheyggur o.a.m, men hetta merkir bert, at fólk eru góð við húsið. Góðir eru føroyingar við Norðurlandahúsið, og teir hava tikið húsið til sín. Húsið er so at siga vorðið samkomuhús hjá allari tjóðini, og hartil er stórt mæti, stór prestisja tengd at húsinum. Mong meta tað, sum eina fortreyt fyri, at tiltak skal kunna eydnast, at hetta fer fram í Norðurlandahúsinum. Hetta sigur nakað um, hvussu ómetaliga sterkt Norðurlandahúsið stendur í hugaheimi føroyinga, men henda sterka støða er sjálvsagt ikki sørt trupulleikakend.


Norðurlandahúsið hevur havt stóran týdning fyri mentan, list og alment lív í Føroyum. Tá húsið stóð har, sóu fólk, hvussu stórur tørvurin var á einum slíkum mentanarhúsi. Karmarnir eru jú heilt óvanliga vakrir, innbjóðandi  og hugnaligir, tí byggilistarliga ella arkitektoniskt er talan um eitt meistaraverk, sum ikki hevur sín líka og er gitið langt út um landoddarnar. Fólk, tað verði seg listafólk so væl sum gestir og áskoðarar, kenna seg væl innan hesar sera vøkru karmar. Hinvegin treyt frá fyrsta degi pláss til starvsfólk og til tey, sum skuldu taka lut í stórum framførslum, konsertum, til venjingar o.a.. Her vóru týðuliga nakrir funktionellir trupulleikar, sum kravdu eina hvørja skilagóða loysn. Húsið var heldur ikki so væl egnað til stórar ráðstevnur, ið eru vorðin ein týðandi partur av virkseminum. Tað varð tí gjørt av at víðka um húsið, og tað er henda uppíbygging, Athøll, sum eisini verður hátíðarhildin á tjúgufimm ára merkisdegnum. Annar av arkitektunum, Ola Steen, sum upprunaliga teknaði Norðurlandahúsið, hevur teknað uppíbygningin, og hetta borgar fyri, at tilbygningur og upprunahús sampakka í allar mátar.


Tað kann sjálvsagt setast spurnartekin við hetta ráðstevnuvirksemið, sum hevur vundið uppá seg í húsinum, og vit hava varhugan av, at serstakliga í listafólkaumhvørvi er hetta ikki heilt væl dámt. Hinvegin hevur stovnurin ein støðugt vaksandi tørv á inntøkum, so vit halda hetta vera gott, so leingi tað ikki nervar tann mentanarliga partin av virkseminum. Hartil kemur, at ráðstevnurnar hava ein serstakan týdning í strembanini eftir at gera Føroyar kendar úti í heimi. Í hesum høpi er Norðurlandhúsið sera væl hóskandi við tað, at húsið bergtekur gestin frá tí hann setur sín fót inn um dyrnar. Nú vaksið er um plássið í húsinum, skuldi ráðstevnvirksemið eingin trupulleikin verðið í framtíðini, og víðkanin skuldi, alt annað líka, eisini gjørt umstøðurnar hjá listafólkunum betri. Her er vert at hava í huga, at Ráðharraráðið hevur í avrikssáttmála álagt húsinum at leggja serstakan dent á mentanarlig og listarlig tilboð til børn og ung og kemur víðkanin sostatt væl við í hesum sambandi.


Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum saman við Føroya Løgtingi og privatum grunnum hava játtað ella fara at játta tann pening, ið uppíbyggingin, Athøll, kostar. Undanfarna samgonga verður mangan lastað fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri mentanina, men tann samgongan og ikki minst Jógvan á Lakjuni sum landsstýrismaður í norðurlandamálum og í mentamálum, eigur sín part av æruni av, at uppíbyggingini av Athøll til Norðurlandahúsið kundi fremjast í verki. Skal nakar annar nevnast í hesum høpi má tað verða stjórin Niels Halm, ið á øllum mótum hevur arbeitt ótroyttiliga fyri nýggja bygninginum.


Nú verður so tjúgfimmára dagurin hildin við stórfingnum mentanartiltøkum og hetta er húsinum uppiborið. Norðurlandahúsið er vorðið ein ómissandi partur av okkara almenna lívi og av okkara samleika. Húsið hevur ómetaligan týdning fyri føroyska mentan og list og lýkur ein stóran tørv. Hartil kemur, at húsið í roynd og veru hevur prógvað, at tørvur framvegis er á einum nýggjum føroyskum tjóðleik- og tónlistahúsi til at hýsa allari føroyskari pallist. Sostatt nøktar Norðurlandahúsið, so gott tað enn er, ikki allan tørvin, og tað skal húsið heldur ikki gera. Norðurlandahúsið eigur ikki at taka ta ábyrgd á seg, sum liggur á okkum – hesa ábyrgd eiga vit, løgting, landsstýri og føroyski almenningurin. Vit ynskja Norðurlandahúsinum og allari tjóðini hjartaliga tilukku á tjúgufimm ára merkisdegnum.

                    Sosialurin