ODDAGREIN: Eitt sjálvsagt krav um javnrætt

Sum hvørja ferð 8. mars er í nánd, verður spurningurin um javnstøðu millum kvinnu og mann umrøddur. Tað er sjálvandi gott at hava ein slíkan dag, har fokus verður sett á hesi viðurskifti, men samstundis er tað spell, at tað gongur so illa við teirri hugburðsbroyting, sum skal til fyri at broyta hesi viðurskifti.

 

Eitt panel við nøkrum kvinnum og einum manni viðgjørdi evnið í fimmaranum í útvarpinum mikudagin ? og tað vóru bara kvinnur, sum ringdu inn og søgdu sína hugsan. Har varð m. a. tosað um javnrættindi á arbeiðsplássum, at tað serliga eru menn, sum eru í leiðandi størvum ? og at tað bara eru kvinnurnar, sum fara í barnsburðarfarloyvi. At tað serliga eru tær, ið sita heima, tá børn eru sjúk, eins og at tað næstan bara eru kvinnur, sum arbeiða niðursetta tíð.

Hetta eru staðfestingar. Men tað merkir ikki, at vit skulu góðtaka tær. Tungt er at fremja ta hugburðsbroyting, sum skal til, fyri at broyta hesi viðurskifti. Men okkara kosnu menn og kvinnur hava júst í hesum døgum ein gyltan møguleika at gera eina grundleggjandi broyting:

Vinnunevnd løgtingsins situr í hesi løtu og leggur síðstu hond á álit um nýggjan barnsburðargrunn, sum skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin. Hetta er í sjálvum sær eitt sera gott stig, sum landsstýrismaðurin hevur tikið. Sambært uppskotinum fær pápin eisini rætt til farloyvi ? og er tað eitt sera stórt framstig.

Í sendingini varð nevndur møguleikin at økja farloyvið upp til eitt ár. Hetta helt umboð arbeiðsgevarans vera sera óheppið, tí tá fóru kvinnurnar at verða ov leingi burtur frá arbeiðsmarknaðinum. Onkur nevndi tá, at maður og kvinna kundu fingið eitt hálvt ár í part. Sambært fyriliggjandi uppskoti frá landsstýrismanninum fær maðurin 10 tær seinastu vikurnar frá konuni, leggur hann í.

Ein byrjan hevði verið, at løgtingið samtykti, at kvinna og maður býta verandi barnsburðarfarloyvi teirra millum, sum tey vilja. Málið kundi so verið, at maður og kvinna fáa eitt hálvt ár í part.

Fyri at fremja eina slíka hugburðsbroyting, sum fremur javnstøðu millum kynini, mugu ótraditionell stig takast. Til hetta krevjast eisini lógarbroytingar og kynskvoteringar, sum eru amboð til tess at náa einum máli. Hetta eru viðurskifi, ið áttu at verið nátúrligur partur av arbeiðinum hjá grundlógarnevndini?!