Oddagrein:Fólkatingsval ? løgtingsval

Hóast fólkatingsval og løgtingsval eru tvey ymisk val, bendir nógv á, at fólkatingsvalið í stóran mun er ein upphiting til eitt løgtingsval. Hetta hevur ikki altíð verið so, og kanska serstakliga er hetta galdandi fyri valini hesaferð. Eitt nú tí spurningarnir, sum verða tiknir fram til hetta fólkatingsvalið eru og verða teir somu, sum man fer at viðgera til komandi løgtingsval. Her ikki minst spurningar, sum snúgva seg um sjálvstýristilgongdina og vælferðina.

 

 

Hvat vit so enn halda um týdningin av hesum fólkatingsvalinum, so verður tað áhugavert at síggja úrslitið, tí tað fer at geva eina ábending um, hvussu eitt møguligt løgtingsval fer at laga seg. Tað er rætt sum samfelagsfrøðingurin sigur við blaðið í gjár, at val til fólkatingið hevur verið meira ein spurningur um persónar, tó at tað hesaferð er broytt í og við at tjóðskaparspurningurin er vorðin so sentralur. Men nettup tí hesin spurningurin er vorðin so týðandi fyri allar flokkar longu til fólkatingsvalið kunnu vit eisini rokna við, at ein útmelding frá veljarunum um nettup tjóðskapar- ella sjálvstýrisspurningin fer at geva eina týðuliga mynd av, hvussu eitt komandi løgting fer at síggja út.

 

 

 

Vit mugu so heldur ikki gloyma, at umframt sjálvstýrisspurningin fara bæði valini uttan iva at snúgva seg um vælferðina. Tað hava í hvussu er báðir stóru andstøðuflokkarnir meldað út við. Meðan Javnaðarflokkurin tosar um fólkið hevur Sambandsflokkurin lagt út við at tosa um tey eldru. Hesir báðir andstøðuflokkarnir vilja við hesum vísa á, at verandi samgonga hevur fokuserað so nógv uppá fullveldistilgongdina, at onnur gerandismál eru burturgloymd ella eru raðfest ov aftarliga.

 

 

 

NÚ nevndi løgmaður í sjónvarpinum, hvussu nógvan pening hetta landsstýrið hevur játtað til eitt nú almannamál. Neyvan sigur løgmaður ósætt um hetta, men hetta er so bara ikki allur sannleikin. Tí veruleikin er tann, at ongantíð hevur samfelagið verið so ríkt sum nú, ongantíð hevur fíggjarlógin verið so væl fyri sum nú og ongantíð eru so nógvir pengar lagdir til síðis sum nú. Alt gott um tað. Men samtíðis er tað ein sannroynd, at vit hava eitt heilsuverk, sum koyrir uppá pumpurnar, t.d. er ikki meira til raksturin av sjúkrahúsinum í dag enn tað var fyri nógvum árum síðani, so pengarnir eru farnir til lønarhækkingar aleina. Starvsfólkini eru framvegis ovbyrjað eftir at náttúrligi vøksturin í rakstrinum varð steðgaður frá politiskari síðu og kunnu stovnarnir ikki veita ta optimalu tænasturnar, sum áttu at verið ein sjálvfylgja í einum vælferðarsamfelag sum okkara. Skúlaverkið er niðurslitið og soleiðis kundi verið hildið fram. So spurningarnir til fólkatingsvalið og løgtingsvalini verða hesir somu: sjálvstýristilgongdin og vælferðin.